Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?


Dámar tær at samskifta við fólk og veita góða tænastu – bæði á telefon og á skrift? So er læruplássið á Kundatænastuni hjá Føroya Tele møguliga júst nakað fyri teg. Her fært tú eitt spennandi lærupláss í einari framkomnari fyritøku, har lærutíðin er merkt av fjølbroyttum og mennandi uppgávum.


Um starvið
Sum skrivstovulærlingur á Kundatænastuni fært tú ein fjølbroyttan og læruríkan gerandisdag við nógvum kundasamskifti, fyrisiting og ráðgeving. Tú verður partur av einum toymi, har samstarv og trivnaður eru í hásæti. Lærutíðin skiftir ímillum arbeiði á Kundatænastuni og skúlagongd á Glasi.


Lærutíð
Lærutíðin er treytað av tí útbúgving, tú hevur frammanundan, og er:

  • 2 ár við HH-prógvi
  • 2 ½ ár við HF-, HIF-, HTX- ella studentsprógvi
  • 3 ár við FHS-prógvi


Tín vanga mynd
Vit vænta, at tú:

  • Ert blíð/ur, fyrikomandi og nærlagdur/nærløgd
  • Dugir væl at samskifta – bæði munnliga og skrivliga
  • Hevur hug at læra og mennast innan kundatænastu


Vit bjóða tær:

  • Eitt mennandi og trygt læruumhvørvi við góðum arbeiðsfeløgum
  • Eitt fjølbroytt arbeiði við nógvum kundasamskifti og fyrisiting
  • Góða innleiðslu og vegleiðing alla lærutíðina


Starvs- og lønarviðurskifti
Arbeiðsstaðurin er á Kundatænastuni í Klingruni, høvuðssæti okkara í Hoyvík. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið, galdandi fyri Føroya Tele.


Umsókn og freist
Ljóðar hetta sum læruplássið fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 10. august 2025. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu

Søk starvið her.

SAMBAND


Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara

Anna Katrina Oladóttir Arge

Deildarleiðari │ Privatkundaøkið
Kundatænastan, Support og veitingar

Sonny Joensen

HR-ráðgevi
HR-deildin

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.