

Brennur tú fyri sosialum miðlum og at skapa fangandi innihald?
Vit leita eftir einum skapandi og ágrýtnum fólki, sum dugir væl at arbeiða við sosialum miðlum og skapa spennandi innihald til okkara talgildu pallar. Tú fert eisini at hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og menna hugskot saman við okkara toymi.
Um starvið
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til summarið 2026. Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt við at kveikja forvitni og tilvitan hjá viðskiftafólki, tá ið vørur skulu vísast fram.Tú fært møguleika at menna tínar førleikar, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við okkara dugnaliga marknaðartoymi.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- At skapa video, myndir og tekstir til sosialar miðlar
- At menna hugskot og kampagnur saman við toyminum
- At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur áhuga fyri og royndir við sosialum miðlum
- Hevur viðkomandi útbúgving
- Hevur gott eyga fyri visuellari, stílreinari framseting og hvat fangar á netinum
- Ert kreativ/ur, sjálvstøðug/ur og hevur hug at læra
- Dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og at samstarva í toymi
Vit bjóða tær:
- Eitt spennandi og læruríkt starv í einum eldhugaðum og fjølbroyttum toymi
- Møguleika at menna tínar førleikar og seta tín egna dám á arbeiðið
- Vegleiðing og fakligan stuðul frá royndum starvsfólki
Starvs- og lønarviðurskifti:
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Løn verður ásett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele.
Umsókn og freist:
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2025. Samrøður verða hildnar leypandi.
Søk starvið her.
SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara
Stutt um Føroya Tele-samtakið
Føroya Tele er ein framkomin teknisk fyritøka, ið veitir samskiftistænastur. Talan er um samtak, ið umframt móðurfelagið, fevnir um dótturfeløgini FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Omanfyri 200 fólk starvast í samtakinum og fjølbroyttir førleikar eyðmerkja starvshópin.