Vinnuráðgevi til Føroya Tele

Hevur tú eyga fyri sølu, tøkni og kundatørvi? Trívist tú við at skapa loysnir, sum gera mun fyri kundan og leggja lunnar undir eitt gott og varandi samstarv? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit sóknast eftir einum vinnuráðgeva til terminal- og gjaldsloysnir, sum brennir fyri góðari ráðgeving og setur kundan í miðdepilin.
 

Um starvið 

Sum vinnuráðgevi verður tú partur av Vinnudeildini – einum sterkum toymi við dugnaligum og royndum ráðgevum og tekniskum starvsfólkum at sparra við. Vit arbeiða tætt saman og leggja dent á dygd, samstarv og álítandi tænastu.

Tú fert, saman við øðrum ráðgeva, at hava ábyrgd av terminal- og gjaldsloysnum og at menna og røkja kundasambond. Starvið fevnir um sølu, ráðgeving og samskipan av loysnunum, so tær altíð eru lagaðar til tørvin hjá kundanum.

Ein týðandi partur av starvinum er at lurta eftir kundanum, skilja tørvin og umseta hann til haldgóðar loysnir, ið menna og røkja varandi kundasambond.

Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um at: 

  • Ráðgeva vinnukundum um terminal- og gjaldsloysnir, umframt aðrar viðkomandi tænastur 
  • Samskipa uppsetan og veita support í samstarvi við tekniska toyminum 
  • Skilja tørvin hjá kundanum og seta saman røttu loysnina 
  • Byggja og røkja langvarandi kundasambond 
  • Tryggja dygd og álítandi kundatænastu í øllum samskifti 

 
Tín vangamynd 

Vit ímynda okkum, at tú: 

  • Ert fyrikomandi, forvitin og hevur lætt við at knýta samband við onnur 
  • Hevur áhuga fyri sølu og tøkni 
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst 
  • Tekur ábyrgd og fylgir upp uppgávur 
  • Hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir 

Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga fyri at skilja tørvin hjá kundanum og megnar at skapa loysnir, sum gera gerandisdagin lættari hjá okkara vinnukundum.

Vit bjóða tær 

  • eitt spennandi starv í einari framkomnari fyritøku 
  • møguleikan at arbeiða sjálvstøðugt og við beinleiðis kundasambandi 
  • eitt arbeiðsumhvørvi, har trivnaður, menning og samstarv eru í hásæti 
  • góða innleiðslu og tætt samstarv við toymi og leiðslu 

Arbeiðsstaður og løn 

Arbeiðsstaður er í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála og royndum. Harumframt verður ískoyti veitt fyri úrtíðararbeiði. 

Umsókn og freist 

Ljóðar hetta sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 15. mars 2026.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Tú søkir starvið her.

SAMBAND


Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara

Petur Mittún

Vinnukundastjóri
Leiðsla, Vinnudeildin

Bára M. Gásadal

Starvsfólkastjóri
Leiðsla, HR-deildin

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.