Samskipari til KT-økið á Føroya Tele

Hevur tú góð evni at halda yvirlit og skapa framdrátt saman við øðrum? Trívist tú við at hava nógvar bóltar í luftini og tryggja, at arbeiðið flytir seg rætta vegin? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Um starvið
Sum samskipari verður tú ein virkin partur av KT-økinum, sum spælir ein lyklaleiklut í verkætlanum, har nýggjar vørur og tænastur verða mentar. Økið fevnir um eitt breitt arbeiðsøki – frá rakstri og viðlíkahaldi av skipanum til tøkniliga ráðgeving og menning av nýggjum loysnum. Vit arbeiða bæði við innanhýsis skipanum og tænastum, sum røkka víða út í samtakið. Hetta merkir, at uppgávurnar eru fjølbroyttar, og tú verður við til at skapa yvirlit, raðfesta og tryggja framdrátt – bæði í verandi uppgávum og teimum, sum liggja í bíðirøð. Tú hevur ábyrgd av at tryggja, at uppgávurnar eru væl greinaðar og lýstar, áðrenn tær verða settar í verk, eins og tú tekur stig til at beina burtur fyri forðingum, sum kunnu steðga gongdini. Eisini fert tú at stuðla undir og styrkja verandi mannagongdir á økinum.

Arbeiðsuppgávur:

  • Stýra dagligu KT-uppgávunum og tryggja yvirlit yvir framgongd og bíðirøð
  • Skipa fundir sambært scrum-arbeiðshættinum (t.d. daily, sprint planning, retrospective o.a.)
  • Virka sum bindilið millum KT og aðrar deildir í samtakinum
  • Tryggja, at uppgávur eru væl greinaðar og lýstar
  • Geva regluligan status til uppgávustillarar og áhugapartar
  • Menna og betra mannagongdir og samstarv tvørtur um samtakið
  • Stýra smærri verkætlanum

Vit ímynda okkum, at tú

  • Hevur góð evni at samskipa, raðfesta og tryggja framdrátt
  • Dugir væl at samstarva og samskifta við ymiskar fakbólkar
  • Torir at taka avgerðir og ert støðug/ur og smidlig/ur
  • Trívist í einum umhvørvi, har ting broytast og mugu umraðfestast skjótt
  • Hevur kunnleika til Atlassian/Jira og/ella royndir innan samskipan, verkætlanarstýring ella KT-rakstur (ikki krav, men ein fyrimunur)

Vit bjóða

  • Fjølbroytt og týðandi starv, har tú veruliga gert mun
  • Eitt spennandi umhvørvi, har nógv er á skránni 
  • Ávirkan á, hvussu KT-arbeiðið verður skipað í einum framkomnum samtaki
  • Góðan trivnað, sterkt samstarv og fleksibla arbeiðstíð
  • Góða innleiðslu og vegleiðing í agilar arbeiðshættir, tøkni og mannagongdir

Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl skulu sendast í seinasta lagi sunnudagin 31. august 2025. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík. Setanar- og lønarviðurskifti verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála ella royndum.

Søk starvið her.

SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara
– eisini um tú ivast í, um starvið hóskar til tín.

Bára Dybczak

KT-verkætlanarleiðari
KT-deildin

Sonny Joensen

HR-ráðgevi
HR-deildin
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.