
Handilslærlingur til Telebúðirnar í Klaksvík og Saltangará
Dámar tær at samskifta við fólk og arbeiða við nýggjastu tøknini? So er læruplássið sum handilslærlingur í Telebúðunum hjá okkum í Klaksvík og Saltangará kanska akkurát nakað fyri teg. Her fært tú eitt fjølbroytt og mennandi lærupláss í einum toymi, har vit brenna fyri at veita framúr tænastu til kundar okkara.
Um læruplássið
Sum handilslærlingur fært tú innlit í alt frá kundaráðgeving til sølu og uppsetan av snildum loysnum. Tú verður partur av einum toymi, sum hjálpir kundum at finna røttu loysnirnar og at brúka tænasturnar, sum passa til teirra tørv. Í lærutíðini verður skift millum vanliga arbeiðsdagin í Klaksvík og Saltangará, og skúlagongd á Glasi.
Vit ímynda okkum, at tú:
- dámar væl at tosa við fólk og veita góða tænastu
- ert blíð/ur, fyrikomandi og nærlagdur/nærløgd
- hevur áhuga fyri nýggjari tøkni og at læra nýtt
- vilt menna teg innan sølu og tænastuveiting
Lærutíðin
Lærutíðin veldst um útbúgvingina, ið tú hevur lokið. Ein fyrimunur er, um tú hevur lisið ella lesur búskaparbreyt, ella hevur HH-prógv. Longd á lærutíðini:
- 2 ár við búskaparbreyt ella HH-prógvi
- 2½ ár við øðrum miðnámi
- 3 ár við FHS-prógvi
Vit bjóða tær:
- eitt spennandi lærupláss við fjølbroyttum uppgávum
- góðar starvsfelagar og eitt gott læruumhvørvi
- møguleika at mennast fakliga og persónliga
Starvs- og lønarviðurskifti
Arbeitt verður skiftandi millum Telebúðina í Klaksvík og Saltangará. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele.
Umsókn og freist
Vit viðgera umsóknir og kalla inn til samrøður so hvørt. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er mánadagin 6. apríl 2026.
SAMBAND

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara
