
Leys størv


Tøknifrøðingur til Tele
Hevur tú áhuga fyri fjarskiftistøkni og ynskir tú at gerast partur av einum toymi, sum arbeiðir við nýggjastu tøknini innan fartelefonsamskifti? Vit sóknast eftir einum forvitnum og fakliga áhugaðum tøknifrøðingi, sum saman við okkum vil tryggja og menna okkara farnet.


Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?
Dámar tær at samskifta við fólk og veita góða tænastu – bæði á telefon og á skrift? So er læruplássið á Kundatænastuni hjá Føroya Tele møguliga júst nakað fyri teg.


Vit leita eftir einum handilslærlingi – er tað tú?
Dámar tær at samskifta við fólk og arbeiða við nýggjastu tøknini? So er læruplássið sum handilslærlingur í Telebúðunum hjá okkum í Tórshavn og Hoyvík kanska akkurát nakað fyri teg.
Sjálvboðin umsókn
Fólkið er hjartaslátturin hjá Føroya Tele, og tí vilja vit altíð frætta frá fólki, sum hava eitt brennandi ynski um at skapa sær eitt navn í fyritøkuni. Skulu vit ganga á odda í føroyska framburðinum, so krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg til ein heim í støðugari broyting. Lat hugin fremja verkið.
Send okkum eina sjálvbodna umsókn, tí so ert tú longu væl á veg. Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast umvegis leinkið niðanfyri. Tá tú sendir okkum eina sjálvboðna umsókn, góðtekur tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 6 mánaðir.
Tá ið tú sendir okkum eina sjálvbodna umsókn, leggja vit stóran dent á, at umsóknin myndar teg sum tann persónin, tú ert. Minst tí til tann persónliga vinkulin umframt at upplýsa, hvørja útbúgving tú hevur, hvørjar royndir tú hevur, og hvat títt áhugaøki er. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Send sjálvbodna umsókn her.