This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.


Góðkent Appleverkstað
Umvælingar, sum eru góðkendar av Apple, verða gjørdar av álítandi serfrøðingum, sum brúka upprunaligar Applelutir. Teir eru snillingar, vit eru góðkent Appleverkstað, og saman kenna vit Apple út í æsir. Hvat kunnu vit umvæla fyri teg?
Umvælingar
Vel tól og fá kunning um prísir og annað.

Bílegg tíð
Skermurin brotin ella battaríið slitið
á tíni iPhone? Bílegg umvæling á
netinum og fá hana aftur sama dag
Hvussu bíleggi eg tíð annars?
Er óhappið úti, hevur tú tveir møguleikar. Tú kanst lata tólið inn í einari Telebúð ella gera
beinleiðis avtalu við Appleverkstaðið treytað av, at tólið verður latið inn í Telebúðini í Hoyvík.
Ring 303030 ella skriva til appleservice@ft.fo fyri at avtala tíð.
Gev gætur!
Áðrenn tólið verður latið inn, skalt tú taka avrit av øllum innihaldi; so sum myndir, skjøl og annað. Sløkk funkuna “Find min (enhed) – sí vegleiðing her. Hav keypskvittan við, um tólið er eldri enn eitt ár, og um tú heldur, at brekið ikki er orsakað av fysiskum skaða; so sum stoyti, vætuskaða við meira. Umvælingartíðin er ymisk alt eftir, hvat brekið er. Hetta fært tú nærri kunning um í Telebúðini, tá ið tú letur tólið inn.