Arctic Mobile
Arctic Mobile er til sjófólk umborð á langfaraskipum. Við tænastuni kunnu sjófólk ringja og smsa sum heima umborð á skipum við Viknet á sama hátt, sum tá føroyingar reika við fartelefonini í øðrum londum.
Arctic Mobile er eitt samstarv millum Føroya Tele og televeitararnar Síminn í Íslandi og Tele-Post í Grønlandi. Tað eru einans kundar hjá hesum televeitarum, ið kunnu nýta tænastuna.
Treytin er, at sjófólkið annaðhvørt hevur vinnuhaldið Fríhald 52GB ella Fríhald 32GB, og fyri at fáa ágóðan av hesum skal langfaraskipið hava ein VikNet-fylgisveinaloysn og eina GSM-sendistøð umborð, har ið tænastan verður knýtt uppí.
Við Arctic Mobile kann brúkarin tosa 40 tímar og senda 1000 sms hvønn mánað til Føroya og onnur lond í øllum Evropa.
Set teg í samband við Vinnudeildina, um tú vilt vita meira um Arctic Mobile.