SVERRI —

Vit stuðla tær í hvørjum taki

EIN MAÐUR

At rógva er at røkka einum máli.
Tað er ein maður, sum flýgur á spentum veingi avstað.

EIN DREYMUR

Hann hevur dirvi, megi og vilja.
Skotið er latið, og fyrsta takið er tikið.

EITT MÁL

Nú ræður um at spenna fót í bekk, tí nú telur hvørt einasta tak.
At gera dreym til veruleika og verða heimsins besti rógvari.

At rógva er at náa einum máli. Tað krevur treystleika og dirvi í hvørjum einasta taki. Tá eg leggi árarnar í vatnið, er málið einfalt. Í dag skal eg vera betri enn í gjár. Nú fari eg at gera dreym til veruleika. Ábyrgdin er mín, men tín stuðul gevur mær eyka megi

Sverri Sandberg Nielsen