Viðskiftatreytir ǀ Vinnubreiðband og Samnet

Hetta skjal greiðir frá viðskiftatreytunum fyri Vinnubreiðband og Samnet til vinnukundar galdandi frá 7. mars 2016.

Hesar viðskiftatreytirnar eru sertreytir í mun til Almennu Viðskiftatreytirnar hjá Føroya Tele. Um samsvar ikki er millum hesar viðskiftatreytir og Almennu Viðskiftatreytirnar, eru tað hesar, sum eru galdandi. Har einki verður nevnt í hesum treytum, eru Almennu Viðskiftatreytirnar hjá Føroya Tele galdandi.

Breiðband Vinna merkir tey breiðbandshald, ið eru tilskilað á heimasíðuni undir Vinna. Samnet merkir tey Samnetshald, ið eru tilskilað á heimasíðuni undir Vinna.
Bæði Breiðband Vinna og Samnet eru hald við fríari nýtslu, beinara, uppsetan og levering. Breiðband Vinna og Samnet uttan beinara kunna veitast, um kundin ynskir at umsita beinaran sjálvur.

Serlig viðurskifti
– ”Sømilig nýtsla” er galdandi. Hetta merkir, at tænastan skal brúkast við fyriliti. Kundar við hátyngd kunnu tí verða skerdir í teirra nýtslu fyri at tryggja, at onnur eisini kunnu fáa eina nøktandi tænastu.
– Føroya Tele kann raðfesta og seta filtur á ferðsluinnihald, sum kann vera avmarkandi fyri tænastuna.
– Føroya Tele kann ikki tryggja, at áljóðandi ferð til kundan kann nýtast til fulnar á internetinum.
– Tryggjast kann heldur ikki, at kundin altíð hevur eitt samband við ásettu ferðini. Fyrivarni kann skyldast (men er ikki avmarkað til) ov langar linjur til matrikulin hjá kundanum, ella at samlaða ferðin til økið er avmarkað.
– Føroya Tele hevur rætt til at broyta IP-adressur fyri Breiðband Vinna og Samnet.
– Fyritreyt fyri breiðbandstænastuna er, at kundin ella brúkarin rindar linjugjald á sama matrikli, sum breiðbandstænastan verður veitt.
– Víðarisøla av øllum ella pørtum av haldinum er ikki loyvd. Rættindini til haldið (íroknað tilhoyrandi IP-adressur) fella aftur til Føroya Tele, tá haldið verður uppsagt.

Brekfráboðan
Tá brek verða fráboðað, verða hald við tænastuavtalu (SLA1 el. SLA2) raðfest framum onnur hald:

– SLA1: Feilfinning verður byrjað innan 3 tímar og innan 8 tímar á staðnum í vanligari arbeiðstíð. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð, kann úrtíðartilkall verða umbiðið.
– SLA2: Feilfinning verður byrjað innan 1 tíma og innan 3 tímar á staðnum í vanligari arbeiðstíð. Arbeitt verður uttan íhald.
– Uttanfyri vanliga arbeiðstíð kann úrtíðartilkall verða umbiðið (treytað av, at SLA1 el. SLA2 er teknað frammanundan) til fastan prís umframt møguligar montørtímar.

Miðað verður ímóti, at rætting av breki fyri hald uttan tænastuavtalu er byrjað innan 3-5 dagar frá tí, at Føroya Tele hevur móttikið eina brekfráboðan frá kundanum. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til kl. 16.00 gerandisdagar. Fráboðast kann á tel. 809047 alt samdøgrið, ella á Online Support gerandisdagar millum kl. 9 og 18.

Broytingar
Broytingar, ið sum heild eru til fyrimuns fyri kundan, kunnu setast í verk beinanvegin og uttan aðra ávaring frammanundan. Aðrar broytingar kunnu setast í verk við minst 1 mánað ávaring til eitt mánaðarskifti.