TotalView

TotalView er ein skipan, ið verður nýtt saman við Nettalu, og hon hevur nógvar fyrimunir, ið virkið kann fáa stóra gleði av.

Við TotalView verður eitt kall avgreitt í einum, soleiðis at til ber hjá tí, sum tekur telefonina, at síggja, hvør á virkinum kann taka ímóti kallinum. Til ber at síggja um viðkomandi er inni, upptikin, ella um tosað verður í telefon. So nú er einki við at senda fólk runt í skipanini, til ein er, ið ikki svarar.

Hetta hevur við sær betri kundatænastu og nøgdsemi, betri arbeiðsumhvørvi hjá starvsfólkum, umframt at telefonsamskiftið sum heild verður meira effektivt.

Innanhýsis í virkinum er skipanin eisini eitt hent amboð, tí starvsfólkastøða sæst á øllum starvsfólkum. Arbeiðsfelagar eru bert eitt klikk burtur, innanhýsis umstillingar eru nærum óneyðugar, umframt at til ber at hava ein persónligan kall-log, har til ber at síggja mist kall umframt inn- og útgangandi kall.