Nettala

Nettala er ein hýst telefonloysn, ið gevur fyritøkuni møguleika at avgreiða allar telefonsamrøður gjøgnum netið.  Nettala er ein fleksibul loysn, sum kann sameinast við borðtelefonir, tráðleysar telefonir, softphones og GSM. Nettala hevur eisini hópin av hentleikum, sum til dømis stórar møguleikar innan boðklivatænastur, kallsøgu, samring og øðrum.

Hvørjar fyrimunir gevur Nettala?
Nettala er ein framtíðartryggjað loysn, har tað er ein lágur byrjanarkostnaður og síðani eitt fast mánaðargjald. Eftirfylgjandi kann skipanin tillagast tørvinum hjá virkinum, alt eftir um virkið økir ella minkar virksemi. Tí verður ikki neyðugt við nýíløgu ella vandi fyri at gera óneyðuga íløgu.

Trygg tænastuveiting?
Nettala er ein trygg skipan, við høgari talugóðsku. Føroya Tele tryggjar góðskuna á talu við at avseta ein part av breiðbandinum at verða til talu. Hetta tryggjar, at tala altíð hevur hægstu raðfesting á netinum.

Hvønn er Nettala egnað til? 
Nettala er vælegnað til flest allar fyritøkur, tí skipanin kann vaksast og minkast eftir tørvi. Nettaluloysnir, sum koyra í dag, eru t.d. fyritøkur, sum eru landafrøðiliga spjaddar, millum reiðarí og skip, ella har fyritøkan hevur fleiri høvðusnummur og eina móttøku at taka øll køll.