Viðskiftatreytir ǀ FRÍHALD

Hesar viðskiftatreytir eru galdandi fyri vinnuligu fartelefonhaldini FRÍHALD. Viðskiftatreytirnar eru sertreytir í mun til Almennu Viðskiftatreytirnar hjá Føroya Tele. Um samsvar ikki er millum hesar viðskiftatreytir og Almennu Viðskiftatreytirnar, eru tað hesar, sum eru galdandi. Har einki verður nevnt í hesum treytum, eru Almennu Viðskiftatreytirnar hjá Føroya Tele galdandi.

Fyri ein fastan mánaðarligan kostnað fær kundin:
– Fría talu í Føroyum.
– Frítt sms í Føroyum.
– Eina avmarkaða nøgd av data at nýta í Føroyum.

Harumframt fær kundin hesar uttanlandstænastur í haldunum hvønn mánað.

TALA:
– 8GB og 16GB kunnu tosa 20 tímar úr Føroyum og til nærum alt Evropa og aðrar 20 tímar í og úr nærum øllum Evropa.
– 32GB og 52GB kunnu tosa 40 tímar úr Føroyum og til nærum alt Evropa, USA/Kanada og Russland og aðrar 40 tímar í og úr nærum øllum Evropa, USA/Kanada og Russlandi.

SMS:
– 8GB og 16GB kunnu í alt senda 1000 sms bæði til, í og úr nærum øllum Evropa.
– 32GB og 52GB kunnu í alt senda 1000 sms til, í og úr nærum øllum Evropa, USA/Kanada og Russlandi.

DATA:
– 8GB kann brúka upp til 8GB av íroknaðu datamongdini í nærum øllum Evropa.
– 16GB kann brúka upp til 10GB av íroknaðu datamongdini í nærum øllum Evropa.
– 32GB og 52GB kunnu brúka upp til 10GB av íroknaðu datamongdini í nærum øllum Evropa, USA/Kanada og Russlandi.

Sí haldini her.

Serlig viðurskifti
– Fría nýtslan kann ikki nýtast til sertænastur og yvirtakseraðar tænastur.

Tala:
– Samrøður, ið verða avroknaðar, verða avroknaðar fyri hvønn byrjaðan minutt.
– Fría nýtslan fyri hvørja einstøku samrøðu er bert galdandi fyri samrøður upp til 1 tíma. Um farið verður upp um 1 tíma, verður yvirnýtslan avroknað til vanligan minuttakst í Føroyum og vanligan reikingarkostnað uttanfyri Føroyar. Rátt verður til at leggja á og ringja uppaftur.

Data:
– Dátunýtsla verður avroknað fyri hvørji 30 KB.
Í Føroyum:
– Tá íroknaða datanøgdin er uppi, fær kundin eina fráboðan við sms, samstundis sum vit lækka ferðina á internetinum. Hóast ferðin lækkar, fær kundin kortini brúkt internetið til tey mest átroðkandi ørindini, so sum at lesa teldupost.
– Ongin meirkostnaður stendst av nýtsluni, eftir at ferðin er lækkað.
Uttanlands:
– Tá íroknaða nýtslan í Evropa er uppi, fær kundin eina fráboðan við sms. Eftir at íroknaðu data eru uppi, verður vanligur reikingartakstur uppkravdur.
– Er kundin uttanfyri Evropa eru vanligir takstir galdandi.
– Um kundin fór upp um íroknaða datanøgd, meðan kundin var í útlandinum, lækkar ferðin, tá hann kemur heim.
– Londini í Reika sum heima-tænastuni eru hesi.
– Fría nýtslan kann ikki nýtast uttanfyri hesi lond. Tá verður vanligur reikingarkostnaður rindaður.
– Fylgjast kann við nýtsluni á Sjálvgreiðsluni ella Vinnurúminum hjá Føroya Tele. Eisini ber til at senda sms SAL til 1441 og fáa upplýst, hvussu nógv er brúkt.
– Føroya Tele tekur fyrivarni fyri veiting av FRÍHALD um samlaða avtalugrundalag hjá kundanum við Føroya Tele er ov lágt.
– Upplýsingar um hald og kostnaðir eru at finna á www.ft.fo.
– Dragurenta og áminningargjald: Rindar kundin ov seint, hevur Føroya Tele rætt til at krevja dragurentu av rokningarupphæddini frá gjaldkomudegnum, til goldið verður og at krevja áminningargjald fyri hvørja áminning, ið verður send fyri ov seint goldna tænastu.

Brekfráboðan
Miðað verður ímóti, at rætting av breki er byrjað innan 3-5 dagar frá tí, at Føroya Tele hevur móttikið eina brekfráboðan frá kundanum. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til kl. 16.00 gerandisdagar. Fráboðast kann á tel. 809047 alt samdøgrið.

Broytingar
Broytingar, ið sum heild eru til fyrimuns fyri kundan, kunnu setast í verk beinanvegin og uttan aðra ávaring frammanundan. Aðrar broytingar, við undantaki av príshækkingum smb. §6 í Almennu viðskiftatreytunum, kunnu setast í verk við minst 1 mánaða ávaring til eitt mánaðarskifti.