Góðan og støðugan

Innanduradekning

Innandura fartelefondekningur er ein loysn, sum tryggjar vinnukundum góðan og støðugan innanduradekning í støðum, har ið uttandurasignalið frá sendistøðunum ikki røkkur inn á ein nøktandi hátt. Skipanin verður umsitin av okkum 24/7, so at tú alla tíðina kann vera tryggur fyri, at skipanin riggar á besta hátt, og at møguligir feilir verða funnir og rættaðir beinanvegin. Vit taka okkum av øllum viðurskiftum í sambandi við uppseting og rakstri av skipanini.

Nýggir bygningar
Í nýggjum bygningum verður ein dekningsútgreining við støði í tekningum av bygninginum gjørd fyri at staðfesta, hvussu loysnin verður sett saman, soleiðis at samansetingin av skipanini gevur best møguligan fartelefondekning.

Verandi bygningar
Í verandi bygningum verða gjørdar dekningsmátingar, sum síðani eru grundarlag undir einum uppskoti um, hvussu ein skipan á besta hátt kann setast saman.

Smidlig skipan
Innandura fartelefondekningur er ein sera smidlig skipan, sum kann setast saman til ein og hvønn tørv. Hon hóskar til smáar fyritøkur, sum bert hava brúk fyri einum atgongustaði, og hon hóskar til heilt stórar loysnir, sum kunnu dekka stór innandura øki. Ein fyritreyt fyri, at skipanin kann setast upp, er, at tú hevur eitt vinnubreiðband frá okkum á staðnum. Framføringin av signalinum fer gjøgnum breiðbandshaldið, sum tískil má hava eina ferð, sum er nøktandi til samlaðu datamongdirnar.

Fyri at tryggja, at tað altíð skal bera til at tosa í fartelefon innandura, verður dygdartænasta lagt á tænastuna. Hetta ger, at samrøður altíð hava hægstu raðfesting.

Tænastuavtala
Í sambandi við veiting av eini loysn, fært tú eina tænastuavtalu, sum ger, at tú kanst venda tær til Føroya Tele 24/7 fyri at fáa hjálp, um trupulleikar stinga seg upp. Tænastuavtalan umfatar feilrætting, útskifting av defektari útgerð, yvirvaking og stýring, so at skipanin koyrir lítaleyst, og feilir verða funnir og skrásettir beinanvegin.

Yvirvaking og stýring er 24/7, meðan feilrætting og útskifting verður byrjað alt fyri eitt remote og innan 8 tímar onsite í vanligari arbeiðstíð. Um talan er um útgerð, sum er avgerandi fyri, at skipanin kann virka, verður arbeitt uttan íhald.

Kostnaður fyri skipanina er 1.399 kr/mðn. uttan mvg. Harumframt kemur kostnaður fyri uppsettar eindir, lisens og uppseting omaná. Set teg í samband við Vinnudeildina.

Samband

Vinnudeildin

Rúni Nolsøe

Deildarleiðari
Vinnudeildin

Arnfinn Langgaard

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin

Eiler Rasmussen

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin

Fríðgerð M. Ellefsen

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin

Levi Tróndarsson Nybo

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin

Jakup Eydnugarð

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin