5 góð ferðaráð

Skalt tú uttanlands? Her eru 5 góð ferðaráð:

  1. Fá tær eitt hald við ReikaSumHeima, um tú ferðast til eitt land, har ið ReikaSumHeima er galdandi. Les meira her.
  2. Set telefonina upp til internetið við at skriva internet í APN-setingar og tendra datareiking (data roaming).
  3. Tryggja tær, at tú hevur tað nýggjasta SIM-kortið. Kanna her.
  4. Sløkk telefonina heilt, tá tú ferðast millum lond.
  5. Set altíð + og ikki 00 framman fyri, tá tú ringir.

Les meira um hvørt einstakt ráð niðanfyri.