Viðskiftatreytir ǀ Farbreiðband

Hetta skjal greiðir frá viðskiftatreytunum fyri vinnuligt Farbreiðband galdandi frá 13. september 2017. Viðskiftatreytirnar eru sertreytir í mun til Almennu Viðskiftatreytirnar hjá Føroya Tele. Um samsvar ikki er millum hesar viðskiftatreytir og Almennu Viðskiftatreytirnar, eru tað hesar, sum eru galdandi. Har einki verður nevnt í hesum treytum, eru Almennu Viðskiftatreytirnar hjá Føroya Tele galdandi.

Farbreiðband
Farbreiðband eru fartelefonihald, har kundin fær eitt SIM-kort at nýta til teldu/teldil/beinara. Við haldinum fær kundin eina ávísa mongd av GB at nýta um mánaðin. Mongdin av fríum GB minkar, tá kundin tekur upp (upload) ella tekur niður (download) tilfar frá internetinum. Ikki er møguligt at tosa við hesum haldinum.

Serlig viðurskifti
– Fylgjast kann við nýtsluni á Sjálvgreiðsluni og Vinnurúminum hjá Føroya Tele. Eisini ber til at senda sms SAL til 1441 og fáa upplýst, hvussu nógv er nýtt.
– Nýtsla verður takserað fyri hvørji 10 kilobit, sum verða send upp (upload) og tikin niður (download).
– Tá íroknaða datanøgdin er uppi, fært tú eina fráboðan við sms, samstundis sum vit lækka ferðina á internetinum til 64Kb/sek. Hóast ferðin lækkar, fært tú kortini brúkt internetið til tey
mest átrokandi ørindini, so sum at lesa teldupost. Ongin avrokning er fyri data, tá íroknaða datanøgdin er uppi og ferðin er sett niður.
– Evropa er at skilja sum hesi.
– Sjálvvirkandi kunning verður send, tá umleið 80% av mánaðarligu upphæddini er nýtt, og aftur, tá øll íroknaða nýtslan er nýtt. Kunningin verður send umvegis SMS til SMS-innbakkan
hjá Farbreiðbandshaldinum. Tað ber eisini til at stovna eina eyka SMS-fráboðan á eitt fartelefonnummar hjá Føroya Tele.
– Føroya Tele átekur sær ikki ábyrgd av at hava eftirlit við ella ábyrgd fyri, hvørjar upplýsingar, kundin fær atgongd til umvegis tænasturnar.
– Verður dáta tikið niður umvegis tænastuna, er møguleiki fyri, at skipanir verða fongdar við virus. Føroya Tele kann ikki ábyrgdast fyri slíkt og hevur onga ábyrgd fyri møguligum skaðum
og beinleiðis ella óbeinleiðis tapi, tænastan kann hava við sær.

Brekfráboðan
Miðað verður ímóti at rætting av breki er byrjað innan 3-5 dagar frá tí, at Føroya Tele hevur móttikið eina brekfráboðan frá kundanum. Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til kl. 16.00 gerandisdagar. Fráboðast kann á tel. 809047 alt samdøgrið.

Broytingar
Broytingar, ið sum heild eru til fyrimuns fyri kundan, kunnu setast í verk beinanvegin og uttan aðra ávaring frammanundan. Aðrar broytingar, við undantaki av príshækkingum smb. §6 í Almennu
viðskiftatreytunum, kunnu setast í verk við minst 1 mánaða ávaring til eitt mánaðarskifti.