Skíggjafrí

OSS

Ofta spurdir spurningar

Hvat kann eg tendra og sløkkja fyri við Skíggjafrí?

Tú kanst tendra og sløkkja fyri breiðbandinum á øllum teimum eindum, sum eru at finna á tínum beinara (Wi-fi/LAN kaðal), og tú kanst tendra og sløkkja fyri farnetinum (4G) á øllum fartelefonhaldunum, sum eru knýtt saman og skrásett á tíni Ver-kontu.

Hvat kostar Skíggjafrí?

Skíggjafrí er ein ókeypis tænasta til allar Ver-kundar, ið hava hug at gera nyttu av tænastuni.

Hvat krevst fyri at brúka Skíggjafrí?

Fyri at fáa fullan ágóða av tænastuni Skíggjafrí á appini Mítt Ver krevst:

  • Ver-fartelefonhald
  • Mítt Ver-appin skal vera á øllum fartelefonum, sum eru knýttar saman á Ver-kontuni, og øll haldini skulu vera ritað inn á appini
  • Breiðbandshald frá Ver/Føroya Tele, sum er skrásett á sama kunda sum Ver-kontan, um tað er eitt ynski um at kunna tendra og sløkkja fyri breiðbandinum á eindunum. Ivast tú ring á 808080
    • Í hesum føri ber tað ikki til, um talan er um eitt vinnuligt heimaarbeiðspláss
  • Beinara av merkinum Zyxel VMG8825, frá Føroya Tele
Hvat merkja øll ávaringateknini í Skíggjafrí?

Tá ið tú brúkar Skíggjafrí, so koma ymisk ávaringatekn til sjóndar. Her er eitt frágreiðing um hvørt einstakt tekn:

  • Hetta teknið   merkir, at tú ikki ert ritaður inn á Mítt Ver-appina á eindini, sum hevur telefonnummarið. Tak appina niður á telefonina, ið eigur telefonnummarið og rita inn.
  • Hetta teknið   merkir, at tú ikki ert innritaður á Mítt Ver-appini, meðan tú hevur samband við Wi-Fi heima.
  • Hetta teknið   merkir, at eigarin av haldinum brúkar eina iPhone, ið tíverri ikki riggar á Skíggjafrí í løtuni, og tískil ber tað ikki til at sløkkja og tendra fyri farnetinum (4G). Hetta skyldast einum feili í tólbúnaðinum hjá Apple og hevur einki við Føroya Tele at gera.
  • Hetta teknið   merkir, at eigarin av haldinum brúkar eina iPhone, ið tíverri ikki riggar á Skíggjafrí í løtuni, og tískil ber tað ikki til at sløkkja og tendra fyri farnetinum (4G) – sí omanfyri. Harumframt merkir teknið, at tú ikki ert innritaður á appini, meðan tú hevur samband við títt breiðband, ella at tú hevur breiðband frá tínum arbeiðsgevara og líknandi.
Hví kann eg ikki tendra og sløkkja fyri einum ella fleiri haldum í Skíggjafrí?

Fyri at kunna tendra og sløkkja fyri haldum á tíni Ver-kontu, mást tú taka Mítt Ver-appina niður á hvørja einstaka telefon og rita inn við telefonnummarinum, sum er á hesi telefon. Soleiðis gert tú:

  • Far inn á App Store ella Google Play og tak appina “Mítt Ver” niður.
  • Tá ið tú hevur tikið appina niður, er tað umráðandi, at tú ritar inn við telefonnummarinum, sum er í telefonini. Hetta gert tú við at gera, sum appin biður teg.
Hvønn beinara skal eg brúka til Skíggjafrí?

Fyri at kunna tendra og sløkkja fyri eindum á breiðbandinum við tænastuni Skíggjafrí á Mítt Ver-appini er neyðugt, at tú hevur ein beinara av merkinum Zyxel VMG8825 frá Føroya Tele.

Kann eg brúka Skíggjafrí, um eg ikki sjálvur gjaldi fyri mítt breiðband?

Ja, tað kanst tú gott, so leingi sum breiðbandið er skrásett á tíni Ver-kontu, og so leingi sum at tú hevur eitt breiðbandshald frá Føroya Tele/Ver. Gev gætur, at hevur tú eitt breiðbandshald, ið tín arbeiðsgevari rindar fyri, so ber tað ikki til.

Ávirkar Skíggjafrí ferðina á netinum?

Nei, Skíggjafrí ávirkar ikki ferðina á netinum, uttan so at tú sløkkir fyri farnetinum (4G LTE) og breiðbandinum. Tá hava eindirnar einki samband við internetið.

Hví fái eg ikki allar eindirnar fram á breiðbandinum?

Tað kann henda, at eindirnar/haldini ikki eru sjónlig á Skíggjafrí, fyrrenn tú hevur verið á netinum við eindini. Tí viðmæla vit, at tú fert á netið á øllum eindunum fyri at tryggja, at Skíggjafrí hevur skrásett eindirnar.
Tað kann eisini vera, um  tú t.d. hevur eina virkna switch við egnari IP-adressu. So kunnu eindirnar á hesi switch ikki síggjast. Tískil viðmæla vit, at tú setur eindirnar beinleiðis í beinaran ella koblar tær til tráðleysa netið (Wi-Fi).

Hvat skal eg minnast til, tá ið eg skifti beinara og havi tráðleysar forsterkarar?

Tað er umráðandi, at tú sløkkir og tendrar allar tráðleysar forsterkarar, so sum AirTies, TP-Link, Google Wi-Fi og Uniquiti UniFi, áðrenn tú skiftir beinaran út. Um hetta ikki verður gjørt, kanst tú uppliva óstøðugt samband.

Hvat er ein eind?

Ein eind er ein fartelefon, eitt telda, eitt sjónvarpstól ella ein PlayStation. Í breiðum týdningi er ein eind øll tey tól, sum kunnu logga á internetið.

Hvussu broyti eg loyniorð til umsitingina av beinaranum

Loyniorðið til umsiting av beinaranum kann broytast fyrstu ferð man ritar seg inn. Loyniorðið skal brúkast til at umsita beinaran og má tí goymast.

Fær tú ikki møguleika at broyta loyniorðið, tá ið tú ritar inn, skalt tú trýsta á Menu ovast til vinstur

Vel Maintenance –> User Account

Trýst á Modify

Fyll út sum víst niðanfyri og trýst á OK

Hví stendur navnið unknown á eindum undir Skíggjafrí?

Um nógvar eindir eita “unknown”, kann hetta standa av at útgerð sum er aftanfyri Zyxel so sum Aceespoint, powerline, switch o.a., má henda útgerð verða sløktir og tendraðir aftur.