Hetta er VerSumHeima

Hvat er VerSumHeima?

Við tænastuni kanst tú tosa 20 tímar til og aðrar 20 tímar í einum VerSumHeima-landi, senda 1000 sms í alt til og í einum VerSumHeima-landi og brúka upp til 6GB av tíni íroknaðu datamongd í galdandi londum.

 

Hvussu nógv kostar VerSumHeima?

VerSumHeima kostar 100 krónur um mánaðin, sama hvat hald tú hevur, og sama hvussu nógv hald tú hevur knýtt saman. Øll rinda eitt gjald saman um mánaðin. Tá tú stovnar VerSumHeima, stendur tað frítt upp til tín sjálvs, hvørji hald skulu hava VerSumHeima, um tú hevur fleiri hald á somu kontu. Hetta kanst tú sjálv/ur gera við at rita inn á Mítt Ver.

Tá tú tendrar VerSumHeima, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið, og tú rindar fult gjald og mánaðin eftir, áðrenn VerSumHeima kann niðurstigast aftur.

 

Hvar er tænastan galdandi?

VerSumHeima er galdandi í nærum øllum Evropa, USA, Kanada og Russlandi. Tú fært USA, Kanada og Russland treytað av, at tú hevur annaðhvørt haldini 16GB ella 26GB. Gev gætur, at USA er eisini Alaska, Amerikansku Jomfrúoyggjarnar, Hawaii og Puerto Riko. Í hesum londum og oyggjum er VerSumHeima-galdandi:

Alaska, Amerikansku Jomfrúoyggjar, Andorra, Asorurnar, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frankaríki, Fronsku Guiana, Gibraltar, Gotland, Grikkaland, Grønland, Guadeloupe, Guernsey, Hawaii, Holland, Ibisa, Isle of Man, Isle of Wight, Italia, Írland, Ísland, Jersey, Kanada, Kanarisku Oyggjarnar, Kekkia, Kosovo, Kreta, Kroatia, Kýpros, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Madeira, Makedonia, Malta, Mallorka, Martinique, Minorka, Monako, Montenegro, Norðurírland, Noreg, Ongland, Portugal, Pólland, Puerto Riko, Rodos, Rumenia, Russland, San Marino, Sardinia, Serbia, Sisilia, Skotland, Slovakia, Slovenia, Spania, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland, Ukraina, Ungarn, USA og Wales.

 

Halt eyga við hesum

Ert tú staddur í einum landi, ið liggur tætt upp at einum øðrum landi, har VerSumHeima ikki er galdandi, kann telefonin fara yvir á eitt net hjá grannalandinum, um tú ert nær við landamarkið. Hetta merkir, at tú kanst rinda vanligan uttanlandskostnað, um tú ert á einum skeivum neti. Gev tær tískil far um netið, tú ert á, og um títt ferðamál er grannaland til eitt land, har tænastan ikki er galdandi.

 

Satellitnet ella ikki

Um tú ert á eini ferju ímillum tvey lond, mást tú geva tær far um, um tú ert á einum satellitneti ella á einum neti hjá okkara veitarum. Satellitnetið er ikki partur av tænastuni. Harvið eru prísirnir eisini nógv hægri. Tú ert altíð komin at seta teg í samband við okkum á tel. 80 19 90, um tú hevur nøkur ivamál.

 

Loft yvir nýtslu

Tú hevur eitt loft á 6GB av íroknaðu datamongdini at brúka hvønn mánað í einum VerSumHeima-landi, men fert tú upp um datamongdina, er tryggleikin í hásæti. Tú fært onga óvæntaða rokning fyri eykanýtslu, tí datanýtsla riggar ikki, tá tú rakar loftið. Vit tilskilja okkum eisini rættin at sperra fyri datanýtslu í útlandinum, um datanýtsla einans er uttanlands í einum longum tíðarskeiði.

 

Hvør kann fáa tænastuna?

VerSumHeima er ein eykatænasta, sum øll, ið hava haldini 0GB, 6GB, 16GB og 26GB, kunnu fáa sær. Tú kanst velja tænastuna til ella frá, tá tú stovnar eitt fartelefonhald.

 

Tørv á meira data?

Um tær tørvar meira data enn tað, tú kanst brúka í einum VerSumHeima-landi um mánaðin, kanst tú keypa ein eyka data. Ein eyka datapakki upp á 1GB kostar 300 krónur, og hann keypir tú millum annað við at senda eitt sms til 1990 við boðunum “1gb” (uttan gásareygu).

 

Hvat er ferðin á netinum í einum VerSumHeima-landi?

Tú kanst vænta, at ferðin á netinum er lægri, enn hvat tú plagar at fáa í Føroyum, tá tú brúkar data í einum VerSumHeima-landi. Tað er ymiskt frá einum landi til annað, hvørjar avtalur vit hava við teir ymsu televeitararnar. Í ávísum londum hava vit góðar 4G LTE-avtalur við veitararnar, meðan vit hava 3G-avtalur við veitarar í øðrum londum.