#VerSumHeima

Nú eisini í Ísrael

Shalom!

Verðin er stór, men við VerSumHeima er verðin tó so lítil, tí tá hevur tú tíni nærmastu altíð við hondina. Fyri einans 100 krónur eyka um mánaðin, sama um tú ert einstaklingur ella eitt húski upp á seks. Tað er ikki øll verðin. Men tað er tað næstan. Nú virkar VerSumHeima eisini í Ísrael. Tað vil siga í øllum Evropa umframt Ísrael, USA, Kanada, Kina og Russlandi.

Hvat er VerSumHeima?

Ferðast uttan hóvasták

Við VerSumHeima kanst tú trygt og lætt taka títt Ver-hald út í stóru verð og brúka fartelefonina í øllum Evropa, og harumframt kanst tú brúka hana í USA, Kanada, Kina og Russlandi, um tú annaðhvørt hevur haldini 16GB ella 26GB.

Hetta kanst tú hvønn mánað

Við tænastuni kanst tú tosa og smsa bæði til og í galdandi londum og brúka upp til 6GB av íroknaðu datamongdini í galdandi londum. Tú hevur 20 tímar talu til og aðrar 20 tímar í galdandi londum og kanst senda í alt 1000 sms báðar vegir.

Hetta kostar VerSumHeima

Tænastan kostar 100 krónur um mánaðin, sama hvat Ver-hald tú hevur, og sama hvussu nógv Ver-hald tú hevur knýtt saman.

Her er VerSumHeima galdandi

Alaska, Albania, Amerikansku Jomfrúoyggjar, Andorra, Asorurnar, Áland, Belgia, Bosnia Hersigovina, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frankaríki, Fronsku Guiana, FØROYAR, Gibraltar, Gotland, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Hawaii, Holland, Hvítarussland, Ibisa, Isle of Man, Isle of Wight, Italia, Írland, Ísland, Ísrael, Jersey, Kanada, Kanarisku Oyggjarnar, Kekkia, Kina, Kosovo, Kreta, Kroatia, Kýpros, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Madeira, Makedonia, Malta, Mallorka, Martinique, Minorka, Moldova, Monako, Montenegro, Norðurírland, Noreg, Ongland, Portugal, Pólland, Puerto Riko, Rodos, Rumenia, Russland, San Marino, Sardinia, Serbia, Sisilia, Skotland, Slovakia, Slovenia, Spania, Svalbard, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland, Ukraina, Ungarn, USA og Wales.

Vel títt fartelefonhald

Viðskiftatreytir
1

Vel hvussu nógv hald

2

Vel hvussu nógv data

3

Vel VerSumHeima

(100 kr/mðn)

-

Vátta títt hald

Haldarar
Data
GB*
Ver sum heima
Nei
*Harav 6GB í VerSumHeima londum
kr/mðn.
Minsti prísur: - kr.
TØRVAR TÆR VER SUM HEIMA?

Vit skulu líka gera vart við, at tú ikki hevur valt tænastuna VerSumHeima.

Er tað ókey?

VerSumHeima er ein uttanlandstænasta, sum loyvir tær at tosa og smsa bæði til, í og úr galdandi VerSumHeima-londum, og harumframt kanst tú brúka upp til 6GB av íroknaðu datamongdini í galdandi londum.

VerSumHeima kostar 100 krónur um mánaðin, og hevur tú fleiri hald knýtt saman, so rindar tú bert eitt gjald fyri øll.

Um tú vilt vita meira, so kanst tú lesa alt, sum er vert at vita um VerSumHeima, her.



Vel VerSumHeima:

Far til keypskurv

Leita