7 góð ferðaráð
Skalt tú uttanlands? Her eru 7 góð ferðaráð:
- Tendra VerSumHeima, um tú ferðast til eitt land, har ið VerSumHeima er galdandi. Les meira her.
- Set telefonina upp til internetið við at skriva internet í APN-setingar og tendra datareiking (data roaming).
- Tryggja tær, at tú hevur tað nýggjasta SIM-kortið. Kanna her.
- Tendra Víðkað Reiking inni á Mítt Ver á appini ella ver.fo, um tú ferðast uttan fyri Evropa ella í londum, har ið VerSumHeima ikki er galdandi.
- Fyll pening á tína Ver-kontu inni á Mítt Ver, so tú kanst brúka telefonina í londum, sum ikki eru í VerSumHeima. Les um prísir og landabólkar her.
- Sløkk telefonina heilt, tá tú ferðast millum lond.
- Set altíð + og ikki 00 framman fyri, tá tú ringir.
Les meira um hvørt einstakt ráð niðanfyri.