Breiðband til summarhúsið

Vilt tú hava breiðband, sum tú kanst tendra og sløkkja eftir tørvi, í tínum summarhúsi?

So kanst tú stovna eitt summarhúshald, har tú bert rindar fyri teir dagar, sum breiðbandið er tendrað.
Mánaðarligur kostnaður er 750 krónur, um tú hevur breiðbandið tendrað alla tíðina. Hevur tú ikki tað, fært tú bert rokning fyri teir dagar, har breiðbandið hevur verið tendrað.Kostnaðurin verður roknaður soleiðis: 750 / dagar í mánaðinum * nýtsludagar.

Dømi
Um tú hevur nýtt breiðbandið í 3 dagar í einum mánaði, er kostnaðurin 750/31 x3 avrundað til 73 kr.
Afturat hesum kemur linjugjald, ið eisini verður roknað á henda hátt. 87,50/31 x3 avrundað til 9 kr.

Set teg í samband við Kundatænastuna á tel. 808080 fyri at stovna eitt summarhúsbreiðband. Treytin er, at tú frammanundan hevur eitt vanligt breiðband hjá okkum.