Breiðband

Ynskir tú at flyta títt breiðbandshald á Ver, skalt tú fyrst útfylla eitt skjal. Tak skjalið niður her.

Prenta skjalið út og vátta tað við handskrift. Tað er umráðandi, at skjalið verður undirskrivað av viðkomandi, sum skal standa fyri haldinum.

Skjalið skal latast inn í eina Telebúð ella sendast við telduposti til ver@ver.fo við evninum “Breiðbandsumskifti”. Vit viðmæla, at tú fert í Telebúðina, tí so kunnu vit hjálpa tær á staðnum.

Í Telebúðini kunna vit teg eisini um ta ferðina, tú vilt hava. Allar ferðir eru treytaðar av útgerð, stað og frástøðu til íbindingarstað.