Starvsfólk í Føroya Tele Samtakinum hava nógvar ymiskar ágóðar. Umframt góða kantinu, bjóða vit starvsfólkunum frítt breiðband, telefoni og telefon, eins og møguligt er at lesa tíðarrit á netinum, nýta okkara venjingarhølið í Klingruni og fáa avsláttur í øllum Telebúðunum kring landi, á nethandlinum og hjá Televarpinum.
Ein av mongu ágóðunum við at starvast á Føroya Tele er eisini, at starvsfólk hava møguleika at leiga frítíðaríbúðir á Sandi, Tvøroyri og í Tjørnuvík. Til ber at lesa meira um íbúðirnar í starvsfólkhonbókini eftir byrjan.
Kantinan
Síðan Føroya Tele flutti stóran part av virkseminum niðan í Klingruna í 2004, hevur kantina verið í høvuðssætinum. Eurest Føroyar hevur rikið kantinuna í Klingruni síðani 2014.
Dagliga eta millum 100-120 starvsfólk í kantinuni, og ein stórur partur av hesum eru starvsfólk, sum hava fastan arbeiðsstað í Kingruni. Starvsfólk eru tó vælkomin at bjóða familju og gestum at eta í Klingruni. Hevur man tó størri fylgi av gestum, vinaliga boða kantinuni hvussu nógv tit verða og nýt ein bíleggingarseðil.
Kantinan er opin mánadag til fríggjadag, og døgurði er hvønn gerandisdag millum kl. 11:30 og 13:30. Hvønn fríggjamorgunin er morgunmatur frá kl. 8:45, og hendan dag er døgurði frá kl. 12:00. Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaða er brunsj millum kl. 10:30 til 13:00, og hendan dag er eingin morgunmatur ella døgurði.
Frísk frukt liggur í kurvini yvir salatbarrini hvønn dag, eisini í vikuskiftinum!
Starvsfólk gjalda fyri matin við at nýta sítt lyklakort og skráseta hetta við telduna í kantinuni. Um starvsfólk hava gestir við í kantinuna, kann hetta leggjast aftrat við skráseting í kantinuskipanini.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!