Facebook og aðrir sosialir miðlar spæla ein stóran leiklut í dagligdegnum hjá fleiri milliónum brúkarum kring heimin.
Felagsnevnari fyri sosialar miðlar er, at teir eru samskiftispallar, ið flyta markið millum privat- og arbeiðslív og sostatt samantvinna hesi.
Í virkishøpi hevur ein sosialur miðil sum Facebook fleiri fyrimunir við sær á vinnuliga økinum. Miðilin er ein skjótur og tíðarhóskandi samskiftisháttur, ið rakar eina breiða móttakarafjøld og Føroya Tele brúkar Facebook til eitt nú at marknaðarføra nýggjar vørur og átøk.
Samstundis vil leiðslan heita á øll starvsfólk, ið ferðast á Facebook, at vísa fyrilit og góðan atburð í samband við nýtslu av miðlinum. Av tí, at Facebook ger tað møguligt at samskifta óformelt er umráðandi, at øll starvsfólk eru tilvitaði um, hvussu samskift verður. Hetta er serliga galdandi fyri upplýsingar, ið snúgva seg um privat viðurskifti eins og virksemið hjá Føroya Tele sum heild.
Tað er undir ongum umstøðum loyvt at samskifta á Facebook, ella á øðrum sosialum miðlum, um trúnaðarmál ella onnur mál, ið kunnu skaða kundar, samstarvsfelagar og umdømið á Føroya Tele. Tílík mál verða tikin í størsta álvara og viðgjørd sum brot á tænastu- og tagnarskylduna hjá einstaka starvsfólkinum.
Starvsfólk eru vælkomin at brúka Facebook og aðrar sosialar miðlar í arbeiðstíðini, men umráðandi er, at nýtslan ikki neiliga ávirkar effektivitetin og arbeiðsavrikini hjá einstaka starvsfólkinum.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!