Fyrsta tíðin hevur sera stóran týdning. Her kemur tú at møta tínum nýggju starvsfeløgum og seta teg inn í nýggju arbeiðsuppgávurnar. Fyri at hendan tíðin verður so góð sum møguligt, verður tíðin skipað so væl gjørligt.
Fyrsti arbeiðsdagur
Dagurin er oftast skipaður soleiðis:
Tú møtir til morgunmat saman við deildini kl. 9:00, um ikki annað er avtalað
Um mynd ikki longu er tikin, verður starvsfólkamynd tikin á degnum (G.G. gott er um man ikki bert er í eini hvítari blusu/skjúrtu til myndatøkuna)
Kunning kemur á Vaglið (okkara intranet) um tína starvsbyrjan
Víst verður á tíni arbeiðsamboð og arbeiðsplássið hjá tær
Teldan verður sett upp og farið verður í Telebúðina at velja arbeiðstelefon
Rundtúr á Føroya Tele
14 dagar eftir starvsbyrjan
Umleið 14 dagar eftir starvsbyrjan verður tú boðin til “Vælkomin á Føroya Tele” við Starvsfólkadeildini. Endamálið við prátinum er at geva tær eina yvirskipaða mynd av samtakinum og innlit í eitt nú virkisbygnað, starvsfólkahóp, virðini, Vaglið og skráseting.
Eftir starvsbyrjan
Øll nýggj starvsfólk hava 3 mánaðar royndartíð. Fyri at tryggja at tú kemur væl inn í starvið, verða tríggjar samrøður hildnar í royndartíðini:
við starvsbyrjan
4-6 vikur inn í starvið
3-mánaðarssamrøða
Endamálið við samrøðunum er, at tú og tín leiðari kunnu avstemma ábyrgdarøkir, uppgávur, samskifti og sum heild samskipa starvsbyrjanina eftir einum felagsleisti.
“Hvat er Føroya Tele?”
Árliga skipar Starvsfólkadeildin fyri tiltakinum “Hvat er Føroya Tele?”. Øll nýggj starvsfólk, ið eru sett í starv seinasta árið, fáa innbjóðing til dagin. Endamálið við tiltakinum er at geva nýggjum starvsfólkum møguleika at heilsa uppá hvønn annan og verða saman ein heilan dag, har tey fáa innleiðslu og innlit í kjarnuvirksemið og søguna, hagtøl, verkætlanir, produktir, virðisgrundarlag og visiónir hjá samtakinum.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!