Summar Festivalurin

Føroya Tele og Summar Festivalurin hava verið dus, líka síðani tiltakið fór av palli í 2004. Grundætlanin við hesum samstarvi er, at Føroya Tele vil vera við at menna tiltøk innan tónleik, tøkni, undirhald og ungdómsmentan.

Vit síggja týdningin í, at Summar Festivalurin roynir at byggja brýr millum ættarliðini, sum árliga kunnu hittast í Klaksvík á einum rimmar festivali, har tónleikur og góðar upplivingar verða sett í hásæti.

Í 2016 og 2017 hava vit m.a. verið á staðnum við eini sokallari løðistøð, sum gevur festivalgestum møguleikan at uppløða sínar fartelefonir, tá tað mangan er langt til eina stikkkontakt.

 

EITT LØÐI STAÐ Á SUMMAR FESTIVALINUM 📱🔋 🎶 Summar Festivalurin stendur fyri durum, og vit løða upp til eitt brak av einum…

Posted by Føroya Tele on Tuesday, August 8, 2017