Róðrarsamband Føroya

“Armar orna, andlit rodna,
spennast sterkar spengur;
árar bogna, homlur togna,
skúmið dreiv um rengur”.

Síðani 2014 hevur guli Ver-liturin sett sín dám á tjóðarítróttin, tá stevnur hava verið kring alt landið, og líka síðani hava vit verið fíggjarligi høvuðsstuðulin hjá Róðrarsambandi Føroya.

Vit gleðast um samstarvið, sum eftir hondini er vorðið heilt nátúrligt fyri okkum. Kappróður er okkara tjóðarítróttur, og hann eru vit øll góð við.

Í hesum tíðarskeiðinum hava vit í tveimum førum havt eitt 360° myndatól umborð á 10 mannafarinum, Drekanum Reyða.

 

Minnist tú ólavsøku í 2016?

360°: Ólavsøkuróðurin – 10 mannaførini

360° SJÓNBAND: DREKIN REYÐI OG 10 MANNAFØRINI Á ÓLAVSØKUÍmynda tær, at tú sat mitt í verðini? Á stevninum umborð á einum kappróðrarbáti, meðan armar orna og andlit rodna? Meðan sterkar spengur spennast og árar bogna? Tað kanst tú nú. Hetta er eitt 360° sjónband. Her kanst tú uppliva kappróður á ein øðrvísi hátt, og sjónbandið gevur eina kenslu av, at tú í veruleikanum ert umborð.Vit eru umborð á 10 mannafarinum Drekanum Reyða á ólavsøku í ár, og manningarnar spenna í.Soleiðis gert tú: Ert tú á snildfonini, flyt telefonina runt. Ert tú á telduni, flyt myndina runt við músini.Ella kom inn í tína Telebúð og royn tær sonevndu VR-brillurnar frá Samsung. Har kanst tú eisini uppliva róðurin í 360°.

Posted by Ver on Friday, August 12, 2016

 

Minnist tú vestanstevnu í 2017?

360° kappróður á vestanstevnu

VIDEO: 360° KAPPRÓÐUR 🚣 Tað er Vestanstevnan 2017. Tað er Ormurin Langi. Tað er Drekin Reyði. Tað er Klaksvíkingur 2017. Tað er Havnarbáturin. Tað eru 10-mannaførini. Tað er stavn um stavn. Tað er kappróður í 360°. 👍 Armar orna, andlit rodna, spennast sterkar spengur; árar bogna, homlur togna, skúmið dreiv um rengur. 💪 Njótið! 😲

Posted by Ver on Monday, July 17, 2017