Pól Sundskarð

At ganga fjallatúrar í føroysku náttúruni er vorðið eitt alsamt vaksandi ítriv millum bæði føroyingar og útlendskar gestir seinastu árini, og tað er við hesum í huga, at ítróttamaðurin Pól Sundskarð herfyri fór undir sína verkætlan hiking.fo, ið hevur til endamál at slóða fyri vaksandi rákinum.

Føroya Tele ynskir at fylgja Pól Sundskarð og stuðla honum, og í hesum sambandi hava partarnir undirskrivað eina samstarvsavtalu. Avtalan merkir, at Pól Sundskarð verður tikin við í arbeiðið at menna dekningin á farnetinum hjá Føroya Tele uppi í fjøllunum.

Vit hava stóra virðing fyri málinum, ið Pól Sundskarð hevur sett sær fyri at røkka, tí eins og hann vil ganga á odda og gera spor til onnur at stíga í, so er okkara aðalmál at ganga á odda í føroyska framburðinum og slóða fyri einfaldari og framkomnari samskiftistøkni. Hesum kann Pól Sundskarð hjálpa okkum við.

At Pól Sundskarð fer at hjálpa Føroya Tele við at ítøkiliggera støð, ið krevja ábøtur, fer at gagna føroyska fólkinum.

Samstarvið kemur at økja um trygdina, soleiðis at bæði føroyingar og útlendingar kunnu føla seg trygg og altíð hava samband á okkara farneti, tá tey ganga í fjøllunum. Okkara farnet hevur helst tann besta dekningin í Føroyum í løtuni, men saman við Póli fara vit at gera okkara ítasta at gera tað uppaftur betri.