Íverksetarahúsið

Føroya Tele er høvuðssponsor hjá Íverksetarahúsinum í Klaksvík.

Endamálið við avtaluni er at styrkja innsatsin fyri íverksetan í samfelagnum ásannandi, at Føroyar hava tørv á fleiri íverksetum og fleiri vinnuligum beinum at standa á.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit bakka upp um Íverksetarahúsinum og eru við til at leggja lunnar undir føroyska íverksetan.

Føroya Tele og Íverksetarahúsið arbeiða saman um at brúka sponsoravtaluna til størst møguligt felags gagn.