Intersport Summar Cup

Vit stuðla Intersport Summar Cup, sum fótbóltsfelagið B36 skipar fyri. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.

Okkara stuðul til Intersport Summar Cup hevur seinastu tvey árini m.a. verið tveir filmar, sum hava fangað stemningin á degnum. Í 2017 høvdu vit harumframt eina myndaboks, sum varð serstakliga væl vitjað.

Hetta eru stemningarfilmarnir frá 2017 og 2016:

 

Myndafólk er: Rógvi Langgaard