Fótbóltssamband Føroya

At enda snýr tað seg um at sparka bóltin í málið og vinna, men fótbóltur er nógv meira enn bert eitt spæl. Fótbóltur er undirhald og ein uppliving, ið skal kunna deilast á netinum, meðan blóðið er heitt, og bólturin framvegis rullar.

Hesum skal Føroya Tele slóða fyri í framtíðini, so føroyski fótbóltsfjepparin fær eitt farnet í heimsklassa, meðan hann er til dyst.

Føroya Tele er ein av høvuðsstuðlunum hjá FSF, og samstarvsavtalan inniber, at Føroya Tele er farið undir eina tilgongd at styrkja farnetið á Tórsvølli og kring fótbóltsvallir, har ið tørvur er á tí.

Fyrsta byggistigið varð farnetið á Tórsvølli, tí Tórsvøllur er skansi okkara, tá heimsins fótbóltsstjørnur vitja. Nú er skansin styrktur, so øll eru sambundin í eitt sterkt og framkomið farnet frá Føroya Tele. Soleiðis kunnu vit í felag umboða Føroyar við myndum og dagføringum á netinum.

Netsamband er týdningarmikið, og tí er næsta byggistig at styrkja netið, har ið tørvur er á tí, á øðrum fótbóltsvallum kring landið. Hetta fer avgjørt at gagna áskoðarum og møguleikanum at senda og stroyma frá dystum, og hetta fer at gera samlaða upplivilsið hjá øllum, sum eru um fótbóltin í Føroyum, nógv betri.