Stuðul

Virkisgrundarlagið hjá Føroya Tele er grundað á, at vit skulu ganga á odda í føroyska framburðinum. Hetta skal eisini koma til sjóndar í teimum stuðulsavtalum, sum vit gera.

Í okkara stuðulspolitikki leggja vit dent á at stuðla føroyskum ítrottarfeløgum, felagskapum ella tiltøkum. Vit leggja stóran dent á, at allur stuðul, sum verður latin, er til fyrimuns fyri báðar partar.

Tað merkir, at vit fara inn í eitt aktivt samstarv, ið báðir partar fáa ágóðan av, tá ein avtala verður undirskrivað. Í stuttum ynskja vit at stuðla góðum endamálum, ið náa ein breiðan málbólk í Føroyum.

Kundi tú hugsað tær at gjørt eitt aktivt samstarv við okkum? So hoyra vit fegin frá tær í eini skrivligari umsókn, sum tú sendir inn um oyðublaðið niðriundir. Vinaliga fyll oyðublaðið út so neyvt sum gjørligt, tá tú søkir um stuðul.

Allar innkomnar umsóknir vera viðgjørdar fýra ferð um árið – í mars, juni, september og desember.