Umhvørvið og grønar loysnir

Vit hava øll ábyrgd av at verja umhvørvið og at nýta orku skynsamt. Vit hava tilsamans 330 bygningar, tøknihús, tøkniskáp og mastrar, sum alt er knýtt í eina grøna langtíðarorkuætlan, sum er galdandi fyri alt samtakið.

Grøna Klingran
Høvuðssætið hjá okkum gongur á odda í mun til umhvørvið og grønar loysnir. Klingran varð fødd við snildari ljósstýring, umframt at hiti og natúrlig útlufting hevur verið stýrd av bygningsautomatikki (CTS) seinastu árini. Vit flyta okkum nú til skipan við hybrid millum eina mekaniska og nátúrliga loysn.

Útluftingin fer at virka á sama hátt sum í dag, men í staðin fyri at brúka vind og luft, sum ferðast gjøgnum bygningin og upp gjøgnum takið, verða hybridmotorar settir á takið, sum síðani blása luft út í bygningin. 

Við skiftinum hava vit fult ræði á, hvussu nógv luft kemur inn í bygningin, meðan ein avmarkað mongd av hita fer út. Vit varðveita sostatt natúrligu ventilatiónina, men stýra nýtsluni neyvari og hava minni spillorku.

Fríluftskøling og endurnýtsla av hita
Allir bygningarnir hava fríluftskøling, sum egnar seg væl til føroyska veðurlagið, ið sjáldan fer upp um 20 hitastig. Vit brúka útiluftina at køla við heldur enn køling við kompressara, og við hesum spara vit 68% av árligu elnýtsluni.

Tøknirúmini í Klingruni vórðu upprunaliga stýrd av kompressarakøling, men í 2015 varð hetta skift til fríluftskøling og nýtslu av hitapumpu. Við skiftinum spara vit 500.000 kwt. um árið og brúka avlopshitan til at hita Klingruna við.

Orka við brint og sól
Í Miðvági verður telefonstøðin tikin niður til frama fyri lágorkuhúsi, sum partvís fer at brúka brintskipan og sólskipan sum orkuloysnir. Lágorkuhúsið verður 40 fermetrar til støddar og skal nýtast til fjarskifti í økinum.

Brintskipanin avloysir dieselgenerator, sum áður varð brúktur til veiting av neyðstreymi. Sólskipanin verður bundin í elskipanina, og við orkuskiftinum verða væntandi 7.000 kwt. framleiddir um árið. Hetta svarar til orkuna, sum eitt-tvey húsarhald brúka árliga.

Verkætlanin byrjaði á heysti 2020 og verður væntandi liðug á sumri 2021.

Frá oljufýri til jarðhita
Tøknihúsið í Søldarfirði hevur altíð koyrt við oljufýri. Húsið er 240 fermetrar til støddar og verður dagliga brúkt til tøkni og skrivstovu. Í 2020 byrjaði arbeiðið at skifta oljufýrið út við jarðhita. Talan er um grøna langtíðarloysn við burðardyggari orku og minni viðlíkahaldi.

Eitt tons av olju svarar til trý tons av CO2. Skiftið hevur við sær, at vit skera niður upp á 3.700 litrar av olju og harvið 11 tons av CO2.

Tvær aðrar verkætlanir við sama orkuskifti eru í stoypiskeiðini og eru settar í gongd. Talan er um bygningar á Tvøroyri og í Klaksvík, og verkætlanirnar verða væntandi lidnar í 2021.