Nú er arbeiðið at leggja fartelefonsamband í Eysturoyartunlinum skotið í gongd. Tað er dugnaliga manningin á Radiodeildini hjá NET, ið ger arbeiðið at seta tilsamans 16 farnetstøðir upp og knýta tær saman við fleiri kilometrum av fipurkaðlum. Tá ið tunnilin letur upp, hava okkara kundar sostatt eitt trygt og gott fartelefonsamband, sum sjálvsagt eisini fevnir um 4G.