Vit vóru meira heima og minni úti. Vit lagaðu okkum eftir umstøðunum. Vit gjørdu arbeiðið heimanífrá. Vit fluttu skúlastovuna út á netið, og vit settu sosialan tørv í bíðistøðu. Korona lærdi okkum nógv.
Í 2020 vendi heimurin á ranguni, og árið gjørdist somuleiðis tað árið, tá ið føroyingar og fólkið, ið her býr, settu nýtt met. Eitt met, ið prógvar, at eitt farnet í heimsklassa er umráðandi í einum slíkum afturlatnum samfelagi. Korona setti ferð á fartelefonina.
Á okkara leiðum vita vit nærum einki um jarðskjálvtar, sum elva til brádligar, harðligar ristingar í jarðarskorpuni. Jarðskjálvtar verða máldir við einum seismografi, ið fangar ristingarnar og gevur vísindafólki eina greiða fatan av megini á jarðskjálvtanum.
Tá ið jarðskjálvtar verða máldir, teknar seismografurin stabbamynd av ristingum, og slíkar stabbamyndir eru eisini gerandiskostur í okkara arbeiði at máta nýtsluna á farnetinum, so at vit kunnu varðveita tað í einum avgjørdum heimsklassa.
Farnetið skal kunna bera vaksandi ferðsluna, lúka nútímans krøv og nøkta tørvin hjá tí einstaka. Tað er við hesum í huga, at vit gera dagligar mátingar og halda eyga við, at alt er, sum tað skal vera.
Í mong ár hevur pílurin støðugt peikað uppeftir. Vit eru farin at brúka fartelefonina nógv meira, enn vit gjørdu fyri bara fáum árum síðani. Í 2020 hendi tó ein ógvusligur vøkstur, ið stendur eftir sum ein varði í okkara mátingum.
Harðligar ristingar vóru at hóma í mátingunum, tá ið Føroyar fóru niður í ferð orsakað av koronu. Hagtølini siga okkum eina nágreiniliga søgu um, at fartelefonin og farnetið gjørdust grundarlagið undir afturlatna samfelagnum.
Vit tóku tilmælini til okkara. Korona skuldi berjast niður, hóast hetta skapti eitt tómrúm í gerandissjagginum. Vit lærdu at skipa gerandisdagin øðrvísi, og sosialur tørvur varð settur í bíðistøðu. Vit hittust fyrst og fremst á netinum ella í telefonini.
Vit lærdu okkum at nýta alternativar hættir í staðin fyri teir vanligu. Skúlaundirvísing varð flutt út á netið, og vit gjørdu arbeiðið heimanífrá, meðan vit samskiftu við arbeiðsplássið við telefon og neti.
Úrslitið av hesum er, at ongantíð áður hava vit tosað so nógv í telefon og verið so nógv á netinum við fartelefonini sum í 2020. Í vissum førum varð vøksturin so mikið stórur, at hann stóð í ein beinan norðan.
Nýggja metið ber boð um eitt farnet, sum ikki hoknaði undan. At farnetið er neyvstillað og 100% fyrireikað til at bera eina brádliga, vaksandi ferðslu og er í samljóði við tørvir og treytir fyri at kunna virka í einum nútíðar samfelagi sum okkara. Ómaksleyst samskifti skulu vit øll kunna taka sum givið, sama hvar í landinum vit eru stødd.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!