Á beinari leið móti 100%

Nýggjar sendistøðir, stórar kundaloysnir og tunnilsdagføringar myndaðu arbeiðið at náa málinum at veita eitt farnet, sum fevnir 100% landafrøðiliga.

So hvørt sum okkara kundar fáa fleiri tól og finna nýggjar nýtsluhættir, gera vit áhaldandi íløgur í farnetið, so tað er í samljóði við tørvin hjá einstaka kundanum og framburðinum í samfelagnum sum heild. Síðan 2015 hava vit gjørt íløgur í undirstøðukervið fyri 80 mió. krónur.

Í 2015 varð alt netið skift út, og 4G varð lagt omaná. Hetta var eitt risastórt fet fyri at ganga vaksandi tørvinum á møti og at gera netið til reiðar til eitt komandi ættarliðsskifti. 5G er framtíðin og er høvuðsrákið á telemarknaðinum í løtuni.

Ímeðan vit bíða eftir 5G, halda vit fram við at gera íløgur. Verandi tøkni hevur ikki tænt fyri seg. Álítandi dekning, stóran kapasitet og skjótt 4G skulu allir føroyingar kunna taka sum givið, og tí varð farnetið neyvstillað og útbygt við millum annað stórum kundaloysnum í 2020.

Í 2020 kom stásiligi skúlin á Fløtum upp at standa, og um somu tíð varð Hotel Brandan tikið í nýtslu, og Hotel Føroyar bygdi út. Í øllum trimum førum varð farið inn fyri at bøta um innandura dekningin. Slíkir bygningar skulu hava dekning í hvørjum króki.

Aðrastaðni í Havn vórðu tvær nýggjar sendistøðir settar upp, á Jøkulstræti og á bygningin hjá Havnar Arbeiðarafelag, fyri at bøta um dekningin í miðbýnum, í vesturbýnum, við Landavegin og í Svanga.

Í 2018 varð málið at fáa fartelefonsamband inn í allar ferðslutunlar rokkið, men slíkar innleggingar krevja eitt vakið eyga og ítøkiligar neyvstillingar við jøvnum millumbilum. Í tunlum skal trygdin vera í hásæti, og í 2020 varð sambandið í Árnafjarðartunlinum neyvstillað og bøtt.

Aðrastaðni í frágreiðingini ber til at lesa um arbeiðið at leggja fartelefonsamband í Eysturoyartunlinum.