2020 skorið inn á bein

Korona setti dám á 2020, men við áhaldandi og skynsomum rakstri og væleydnaðari samanseting av starvsfólkaførleikum megnaðu vit enn eina ferð at vísa á nøktandi fíggjarligt úrslit.

Samanumtikið hilnaðist árið rímiliga væl, hóast korona og illveður høvdu týðandi ávirkan á raksturin og virksemið annars hjá samtakinum. Nettosølan gjørdist 389 mió. krónur, og sammett við árið fyri vaks nettosølan við 4,7 mió. krónum.

Samlaði rakstrarkostnaðurin var 184 mió. krónur samanborið við 179 mió. krónur árið fyri. Økingin stavar í størsta mun frá útreiðslum til umvælingar av millumoyggjasjókaðlum, ið fingu skaðar av illveðri í fyrsta ársfjórðingi.

Rakstraravlopið eftir avskrivingar gjørdist 36 mió. krónur samanborið við 41 mió. krónur í 2019. Úrslitið eftir skatt gjørdist 32 mió. krónur sammett við 34 mió. kr. árið fyri.

Í 2020 gjørdi samtakið samanlagt íløgur fyri 120 mió. krónur í materiella støðisogn umframt 11 mió. krónur í immateriella støðisogn. Í 2019 vóru samlaðu íløgurnar 68 mió. krónur. 

Føroya Landsstýri, sum eigur allan partapeningin í samtakinum, fær útgoldið 32 mió. Krónur í vinningsbýti.