Á veg inn í framtíðina

Vit eru á veg inn í eitt talgilt tíðarskeið við kollveltandi broytingum. Eitt tíðarskeið, har ið alt verður samanbundið og snilt orsakað av einum nýggjum ættarliði av kunningar- og samskiftistøkni. 5G, tólnet, big data og tilgjørdur vitleiki eru nú drívmegin í sosiobúskaparliga vøkstrinum, og hetta nýggja ættarliðið gerst alsamt ein størri partur av okkara gerandisdegi.

Í dag er tøknilig nýmenning vorðin ein týdningarmikil drívmegi í alheimsbúskapinum. Og soleiðis er eisini heima í Føroyum. Á Føroya Tele raðfesta vit tøkniliga nýmenning og uppfinning.

Harumframt halda vit, at ein samanbundin heimur við snildari kunningar- og samskiftistøkni fer at gagna samfelagnum, vit liva í. Tá ið alt kemur til stykkis, so fer talgilda framtíðin, ið vit eru á veg inn í, at slóða fyri einum enn og grønari heimi.

Á Føroya Tele ynskja vit at slóða fyri framtíðini. Vit loyva okkum ikki at taka nakað annað fyri givið enn uppgávu okkara, sum er at røkja og menna eina so sterka, skjóta og nútíðarhóskandi samskiftistøkni sum yvirhøvur til ber. Bæði fyri einstaka føroyingin og fyri framburðin í okkara samfelag.

Ómaksleyst samskifti skulu allir føroyingar kunna taka fyri givið.

Fortreytin fyri ómakaloysi er tó, at fólk við góðum førleikum hvønn dag gera sær ómak, taka ábyrgd og hava dirvi til at framtíðartryggja eina sterka og nútíðarhóskandi samskiftistøkni, sum kann bera vaksandi ferðsluni, lúka nútímans krøv og nøkta tørvin hjá einstaka føroyinginum.

Hóast tøknin flytir seg skjótt, er tað tó umráðandi, at vit ikki leypa framav og missa fótafestið í samfelagnum, sum vit ynskja skal vera heimsins miðdepil, tá ið tað ræður um samskiftistøkni. Í síðsta enda er tað sosial tilvitska, ið fær alt annað at hanga saman.

Samfelagsábyrgd er ein nátúrligur partur av okkara gerandisdegi á Føroya Tele. Vit verja umhvørvið og seta tað í miðdepilin í øllum okkara virksemi, og tað fara vit altíð at gera. Tilvitanin um samfelagið er hugsað væl og virðiliga inn í okkara kjarnuvirksemi.

Ongin undantøk vórðu gjørd í 2019. Fyri okkum gjørdist árið enn eitt hendingarríkt ár, og vit løgdu nógv fyri at ganga okkara samfelagsábyrgd á møti.

Jan Ziskasen, samtaksstjóri