
Leyst starv
Verkætlanarleiðari
Produktdeildin er týðandi liður í menningini av verandi produktum, nýggjum produktum og nýggjum vinnuvegum. Vit leita eftir verkætlanarleiðara, sum trívist væl við stórari ábyrgd og fer analytiskt til verka fyri at tryggja, at uppgávur bera á mál.
Á Føroya Tele seta vit kundan í miðdepilin í øllum, vit gera. Produktdeildin tryggjar, at produktir og tænastur samsvara við tørvin hjá kundanum. Deildin arbeiðir í tøttum samstarvi við aðrar deildir og er sett saman av starvsfólkum, sum hvør sær hava ábyrgd av fjølbroyttum verkætlanum og uppgávum.
Um starvið
Sum verkætlanarleiðari á Produktdeildini hevur tú avgerandi týdning. Saman við starvsfeløgunum skalt tú tryggja, at verandi produktir og tænastur nøkta tørvin, samstundis sum tú skalt duga at bróta upp úr nýggjum, tá ið ætlanir skulu leggjast fyri nýggj produktir og nýggjar vinnuvegir.
Ábyrgdarøkið á deildini fevnir breitt, og stórur dentur verður lagdur á leiðslu av bæði stórum og smáum verkætlanum, menning av IoT og at tryggja, at samstarvið millum ymsu arbeiðsøkini er gott.
Um teg
Tú ert týðandi liður millum leiðsluna, tøkniligu økini og kundavendu frontarnar. Tú dugir væl at hava samskifti við onnur, so at alt tykist greitt og einfalt. Tú trívist væl við stórari ábyrgd og hevur handilsligt og fíggjarligt tev, tá ið tú slóðir fyri nýggjum vinnuvegum.
Tú raðfestir góðar og greiðar mannagongdir, og tú fert analytiskt til verka fyri at greina í smálutum, taka samanum og gera niðurstøður. Tað er fyrimunur, at tú hevur viðkomandi útbúgving á bachelor- ella kandidatstøði og arbeiðsroyndir innan økið.
Setanartreytir og freist
Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Arbeiðsstaðurin er høvðussætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, og starvið verður sett 1. februar 2024 ella eftir nærri avtalu.
Um hetta er starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi hósdagin 30. november 2023.
Søk starvið her.
Meira kunning
Um tú hevur spurningar ella vilt hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Onnu Katrinu, leiðara á Produktdeildini. Anna Katrina hevur tel. 24 33 19 og t-post aka@ft.fo.