Tøkniligur verkætlanarleiðari

LEYST STARV: Vilt tú ganga á odda og samskipa menningina av innanhýsis og kundavendu skipanum hjá Føroya Tele? Hevur tú royndir við at reka eina tøkniliga verkætlan frá A til Oy? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt spennandi starv sum verkætlanarleiðari á Menning. 

Tøkniøkið á Føroya Tele er bygt upp av fýra deildum, sum samanlagt hava ábyrgdina av tøkniliga undirstøðukervinum og trygdini í samtakinum. Hvør deild er skipað við einum deildarleiðara, og samlaði starvsfólkahópurin er 33.

Søkt verður eftir einum tøkniligum verkætlanarleiðara til Menning, sum er deildin, ið hevur ábyrgdina av allari innanhýsis menning. Deildin mennir integratiónir millum skipanir umframt frontar til starvsfólk og kundar. Deildin er skipað við einum agilum arbeiðshátti, sum góðskutryggjar smidligar menningartilgongdir á einum nýmótans undirstøðukervi. 

Starvið fevnir um
Verkætlanarleiðarin verður partur av Menning og skal samskipa uppfylgingina av menningaruppgávum í toyminum. Hetta inniber leiðslu av menningarverkætlanum frá A til Oy við stuðli frá nærmasta leiðara, softwaresniðgeva og øðrum seniormennarum í toyminum.

Verkætlanarleiðarin hevur ábyrgdina at hava yvirlit yvir raðfestingum av verandi verkætlanum og at samskipa raðfestingar av nýggjum. 

Um teg 
Tú hevur innlit í tøkni og menning umframt royndir við verkætlanarleiðslu. Vit ímynda okkum, at tú ert væl skipaður, semjusøkjandi og hevur góðar samstarvseginleikar soleiðis, at tú virkið kanst luttaka í verkætlanararbeiði og verða bindilið millum innan- og uttanhýsis samstarvsfelagar í mun til at finna loysnir.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at bera fram og staðfesta avgerðir og hevur lætt við at umstilla teg til broyttar umstøður. Tað er ein greiður fyrimunur , um tú dugir væl at samskifta, at einfalda kunning um torgreidd evni og hevur royndir við at arbeiða við SCRUM-arbeiðshátti og amboðum til uppgávustýring; so sum Jira.   

Starvs- og lønarviðurskifti 
Starvið verður sett sum skjótast, og starvsstaður er Klingran, høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir nærri avtalu í tráð við útbúgving og royndir.  

Umsókn og freist
Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11. apríl 2021, og tú kanst søkja starvið her

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hall Holm Johannessen, deildarleiðara á Menning, ella Rakul Svabo Róadóttir, HR-ráðgeva.

Hallur Holm Johannessen
Deildarleiðari, Menning
24 30 88
hhjo@ft.fo

Rakul Svabo Róadóttir
HR-ráðgevi, Starvsfólkadeildin
24 30 06
rsr@ft.fo