Leyst starv

Tøknifrøðingur


Ert tú lærd/ur í tøknifrøði, og ert tú til reiðar at arbeiða við fjarskiftistøkni? Vit á Føroya Tele leita eftir ábyrgdarfullum og samstarvssinnaðum tøknifrøðingi at menna og víðlíkahalda Føroya nýggjasta farnet.

Føroya nýggjasta farnet er framkomið, inkluderandi og sterkt. Tað skal virka fyri menning og tøkniligum framtíðarmøguleikum. Tað skal eggja til nýhugsan. Tað skal skapa trivnað, og tað skal knýta saman fólk og fyritøkur.

Men tøkniliga menningin gongur við rúkandi ferð. Í dag liva vit í heimi, sum broytist nærum dag frá degi. Pulsurin er ein heilt annar, og fólkið setir heilt onnur krøv enn fyri bara nøkrum fáum árum síðani.

Um vit á Føroya Tele skulu ganga á odda í framburðinum, krevur tað dugnalig og nærløgd starvsfólk, sum duga at laga seg eftir heiminum í støðugari broyting. Tað krevur starvsfólk við innliti, styrki og førleikum.

Soleiðis er við starvsfólkunum á deildini Tele. Eldsálir, sum brenna fyri fjarskifti, og sum við førleikum og styrki megna at fáa alt undir yvirflatuni at hanga saman, so at alt omanfyri tykist greitt og sjálvsagt.

Tele er høvuðsleikari í spennandi arbeiðinum at tendra landsumfatandi 5G-netið, og sum ábyrgdarfult og samstarvssinnað starvsfólk kemur tú at arbeiða í stórum, tøkniligum umhvørvi og við fleiri spennandi uppgávum og avbjóðingum. Tú verður við til at samskipa, og tú hevur eisini við jøvnum millumbilum samband við stórar útlendskar fyritøkur.

Vit ímynda okkum, at tú ert jalig/ur, dugir væl at samskifta og arbeiða sjálvstøðugt, megnar at taka ábyrgd og at samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar. Tú verður partur av dagliga rakstrinum, sum fevnir um menning og viðlíkahald av tænastum og tólbúnaði til bæði farnet, IP-net og IP-útgerð.

Vit vænta, tú hevur royndir í:

  • Linux-skipanum
  • Menning, umsiting og trygd av IP-útgerð, t.d. beinara, switch og firewall
  • Virtuellum skipanum
  • VPN-tøkni, t.d. MPLS og Ipsec
  • Nettalu (VoIP)

Tað er fyrimunur, um tú ert verkfrøðingur, teldufrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, sum er viðkomandi fyri starvið.

Freistin at søkja er hósdagin 7. desember 2023, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og løn er sambært viðkomandi sáttmála. 

Søk starvið her

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Erland Jensen, deildarleiðara, á tel. 243534 og t-post erj@ft.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á tel. 243006.