Starvsfólk til Fíggjardeildina

LEYST STARV: Hevur tú royndir í roknskapi og fíggjarstýring, og kennir tú Navision, Jet Reports og Excel? Vit leita eftir dugnaligum og fúsum fíggjarfrøðingini at byrja í starvi á Fíggjardeildini.

Á Fíggjardeildini starvast tríggir fíggjarfrøðingar, ein virkisráðgevi og fíggjarstjórin. Sum fíggjarfrøðingur fært tú stórt innlit í fíggjarstýringina í øllum Føroya Tele-samtakinum. Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum og leiðsluni og fært avgerandi leiklut í avgerðum, sum skulu takast.

Fíggjardeildin hevur nógvar bóltar í luftini í senn. Stórur dentur verður lagdur á samstarv og álit, tá ið uppgávan hjá deildini er at fyrireika og forma fíggjarliga grundarlagið undir samtakinum.

Í tøttum samstarvi við stavsfelagarnar fært tú ábyrgd at gera:

  • Mánaðarroknskapir og frágreiðingar til stjórn og nevnd felagsins
  • Fíggjarætlanir; herundir útrokningar og framskrivingar av inntøkum
  • Fíggjarligar greiningar og frágreiðingar
  • Uppgávur mótvegis eftirlitsmyndugleikum

Harumframt skalt tú loysa ymiskar uppgávur fyri samtaksleiðsluna saman við øðrum deildum í samtakinum.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir í roknskapi og fíggjarstýring. Harnæst er tað til fyrimunar, at tú hevur arbeitt við grannskoðan. Tú ert annaðhvørt nýliga útbúgvin ella nærum útbúgvin í:

  • HD(R)
  • Cand.merc
  • Viðkomandi hægri útbúgving innan roknskap og fígging

Tað hevur stóran týdning, at tú ert áhugaður í KT og vilt læra amboðini, sum eru neyðug fyri at kunna røkja starvið. Amboðini eru millum annað Navision, Jet Analytics, Jet Reports, Power-Bi og Excel.

Sum fíggjarfrøðingur samstarvar tú breitt í samtakinum. Tað hevur alstóran týdning, at tú til eina og hvørja tíð ert opin fyri samskifti og dugir at samstarva við starvsfólk á øðrum deildum.

Starvs- og lønarviðurskifti
Talan er um spennandi og fjølbroytt starv við góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir nærri avtalu, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn og freist 
Umsókn við lívsrensli og avrit av viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. juni 2021. Samrøður verða gjørdar leypandi í umsóknartíðini. 

Søk starvið HER

Tørvar tær at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Símun Skaalum, fíggjarstjóra. Hann er at hitta á tel. 303104 og t-post simun@ft.fo. Tú kanst eisini ringja til Starvsfólkadeildina á tel. 303030.