Samskipari til Kundatænastuna

LEYST STARV: Kundatænastan hevur eitt sterkt og nærlagt toymi, ið møtir kundanum, har kundin er. Vit leita eftir nýggjum starvsfólki, ið fær ein tvíbýttan leiklut sum samskipari og kundaráðgevi á Kundatænastuni. Ljóðar hetta sum tú, er starvið kanska júst til tín. 

Vit kunnu bjóða tær møguleikan at mennast fakliga og persónliga í einari fyritøku, ið ynskir at vera fremst á øllum økjum. Arbeiðsdagurin á Kundatænastuni er myndaður av fjølbroyttum uppgávum, ið allar hava til felags, at tær seta kundan í fremstu røð. Starvsøkið leggur serligan dent á kundarøkt og sølu umvegis telefon, umframt at loysa fyrispurningar og kundamál. Tólv starvsfólk mynda Kundatænastuna, og tín leiklutur verður tvíbýttur sum samskipari og kundaráðgevi.

Um starvið
Saman við leiðaranum fært tú ábyrgd av at samskipa eitt dugnaligt toymi, ið hevur nærlagda vitan og kunnleika um øll okkara produktir, tænastur og skipanir. Í leiklutinum sum kundaráðgevi hevur tú kundarøkt, ráðgeving og sølu undir hendi, ímeðan leikluturin sum samskipari í stóran mun fevnir um samskipan og uppfylging av uppgávum. Umframt at stuðla undir trivnað, motivatión og góðum arbeiðstilgongdum á deildini, fært tú ábyrgd av at leggja til rættis arbeiðsskema, samskipa søluátøk, fyrireika fundarvirksemi og savna saman viðkomandi hagtøl.

Eitt sindur um teg
Vit vænta, framum alt, at tú hevur grundleggjandi áhuga at geva góða kundatænastu og møta einstaka kundanum, har kundin er. Tað er ein fyrimunur fyri starvið, um tú dugir at skipa teg væl, fylgir væl upp og hevur tøkniligt tev. Deildin arbeiðir tætt saman bæði innanhýsis og upp móti øðrum deildum. Tí vænta vit, at tú virðismetir gott samstarv og samskifti bæði við starvsfelagar, aðrar deildir, kundar og veitarar.

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir og/ella útbúgving.

Starvsumstøður og lønarviðuskifti
Arbeiðstaðurin er á Kundatænastuni í Klingruni, høvuðssæti okkara í Hoyvík. Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið galdandi fyri Føroya Tele samtakið. Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er hósdagin 5. mai 2022.

Tú søkir starvið her.

Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar ella vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anitu Drewsen, deildarleiðari, á tel. 24 34 03 ella t-post adr@ft.fo.

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á tel. 24 30 06 ella t-post sfd@ft.fo.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.