Leyst starv

Roknskaparleiðari

LEYST STARV: Vit leita eftir dugnaligum leiðara at ganga á odda og leiða Roknskapardeildina, sum er týdningarmikið grundarlag undir Føroya Tele-samtakinum.

Føroya Tele er samtak við móðurfelagi og fýra dótturfeløgum, FT Samskifti, Televarpið, NET og Shefa. Roknskapardeildin er partur av móðurfelagnum og hevur bókhald, fakturering, lønarumsiting, roknskap og rakstraruppfylging fyri alt samtakið um hendi.

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starvsøki við uppgávum, ið røkka út í hvønn krók í samtakinum.

Deildin er mannað av 10 dugnaligum starvsfólkum, sum saman við leiðaranum hava virknan leiklut sum ráðgevar fyri leiðarar og starvsfólk. Høvuðsfíggjarskipanin er Navision, og av amboðum brúkar deildin eitt nú eVáttan, Jet reports og MS Office-forrit. 

Søkt verður eftir leiðara, sum fær ábyrgd av at samskipa deildina og leggja til rættis tilgongdir og langtíðarætlanir fyri deildina. Sum roknskaparleiðari samstarvar tú breitt í samtakinum og skalt til eina og hvørja tíð vera opin fyri samskifti og góðum samstarvi við allar deildir.   

Tú kemur at hava ábyrgd av at samskipa dagliga arbeiðið á deildini umframt at fyrireika grundarlagið undir roknskapum í samtakinum. Harafturat fært tú ábyrgdina at tryggja rættar og effektivar mannagongdir og at leggja til rættis arbeiðið at talgilda arbeiðsuppgávur.

Tú kemur at vísa til fíggjarstjóran í samtakinum.  

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir innan roknskap og fíggjarstýring. Harafturat vænta vit, at tú hevur leiðsluroyndir og dugir at taka støði í heildarmetingum sum grundarlag undir tilgongdum og avgerðum. 

Starvsstaður er í Klingruni í Hoyvík, og løn verður ásett eftir nærri avtalu við støði í útbúgving og royndum. Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi mánadagin 18. oktober 2021.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. 

Søk starvið her.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Símun Skaalum, fíggjarstjóra, á tel. 303104 og t-post simun@ft.fo. Tú kanst eisini ringja ella skriva til Starvsfólkadeildina á tel. 243006.