LEYST STARV


Leiðari til Telebúðirnar
í SMS og Hoyvík

Vilt tú seta bæði starvsfólk og kundar í miðdepilin? Vit hava fimm Telebúðir runt landið, og vit bjóða tær spennandi møguleikan at standa á odda fyri Telebúðunum í SMS og Hoyvík.

Telebúðirnar eru karmar um sølu og ráðgeving av tøkniligum samskiftistólum og heildartænastum av vørum og tænastum til bæði privat- og vinnukundar.

Samanlagt átta dugnalig starvsfólk arbeiða í Telebúðunum í SMS og Hoyvík, og sum leiðari verður tú partur av yvirskipaða bólkaleiðaratoyminum fyri Telebúðirnar runt landið; eitt toymi, ið byggir á álit, sparring og vitan.

Starvsinnihald
Sum leiðari hevur tú leiðsluna av handlunum og gongur á odda, so at handlarnir altíð veita góðar heildarupplivingar fyri hvønn einstaka kunda. Saman við yvirskipaða leiðaranum er tað tín ábyrgd at tryggja, at starvsfólk trívast, og at økið verður áhaldandi ment.

Tú hevur møguleika at vegleiða og sparra við bólkaleiðaratoymið og á tann hátt skapa enn betri møguleikar fyri at leiða, býta og raðfesta arbeiðsøki og mál fyri økið.

Sum leiðari verður tú partur av starvsfólkahópinum og hevur skiftandi arbeiðsdagar ávikavist í SMS og høvuðssætinum í Hoyvík. Arbeiðsdagurin er skiftandi handilstíðir, sum koyra eftir rullandi vikuætlan.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi royndir og útbúgving innan sølu, tænastu ella leiðslu. Telebúðirnar eru andlitið úteftir og hava nógv tvørgangandi samstarv innanhýsis í samtakinum. Tí er eitt grundleggjandi krav, at tú altíð setir starvsfólk og kundan í miðdepilin og leggur dent á greitt og gott samskifti og samstarv.

Umsókn og setanartreytir
Til ber at hoyra meira um starvið til møguliga samrøðu. Freistin at søkja starvið er mikudagin 23. november, og starvsbyrjan er um ársskiftið. Løn verður ásett við støði í viðkomandi sáttmála, og arbeiðsstaðurin er hálva tíð í SMS og hálva tíð í Klingruni.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kristinu Mouritsen, leiðari fyri Telebúðirnar runt landið, á kmo@ft.fo ella 24 33 73.

Søk starvið her.