Kom í læru innan

HANDIL ELLA SKRIVSTOVU


LEYS LÆRUPLÁSS: Droymir tú um lærupláss innan handil ella skrivstovu? Vit leita eftir tveimum røskum lærlingum, ið duga væl at taka sær av kundum og eru forvitin at læra og vegleiða um nýggjastu tøknina á marknaðinum.

Vit kunnu bjóða tær tvey avbjóðandi og spennandi lærupláss innan handil ella skrivstovu í fyritøku, sum strembar eftir tindunum og vil vera fremst á øllum økjum. Lærutíðin er myndað av fjølbroyttum uppgávum, sum allar hava til felags, at tær seta kundan í miðdepilin. 

Tú fært eina spennandi lærutíð í framskygdum umhvørvi, sum leggur lunnar undir bæði fakliga og persónliga menning. Í lærutíðini verður skift millum vanliga arbeiðsdagin og skúlagongd á Glasi. Tú verður partur av góðum og dugnaligum toymi, sum fer at geva tær nærlagda vitan og kunnleika um øll okkara produktir, tænastur, skipanir og vørur. 

Lærutíðin er treytað av miðnámsútbúgvingini og er:

  • 2 ár við HH-prógvi
  • 2 ½ ár við HF-, HIF-, HTX- ella studentsprógvi
  • 3 ár við FHS-prógvi

Læruplássið innan handilslæru er í Telebúðunum í Hoyvík og SMS, og læruplássið innan skrivstovu er á Kundatænastuni í okkara høvuðssæti í Hoyvík.

Dagligdagurin sum sølulærlingur fevnir í stóran mun um kundaráðgeving, sølu av vørum og tænastum, skráseting av tænastum og at seta upp tøkni fyri kundar. Í skrivstovulæruna verður serligur dentur lagdur á kundarøkt, sølu og at loysa fyrispurningar og kundamál umframt fyrisitingarligar uppgávur.

Til bæði læruplássini vænta vit, at tú:

  • Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar
  • Ert íðin og vilt veita góða kundatænastu
  • Setur tær fyri at náa ásettum málum
  • Ert forvitin í nýggjari tøkni
  • Vilt læra og fáa royndir innan sølu, tøkni og KT-skipanum
  • Raðfestir gott samstarv
  • Hevur lokið FHS-, HH-, HIF-, HF- ella studentsprógv

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja læruplássini er sunnudagin 23. januar 2022. 

Søk læruplássið innan handil her.

Søk læruplássið innan skrivstovu her.

Vilt tú tosa við okkum um læruplássini, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Búgva Hentze Thomsen, bólkaleiðara fyri Telebúðirnar, á 243415 ella bht@ft.fo, ella til Anitu Drewsen, deildarleiðara á Kundatænastuni, á 243403 ella adr@ft.fo.

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á 243006 ella sfd@ft.fo.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.