KOM Í LÆRU

Droymir tú um lærupláss
í handli og sølu?

Vit leita eftir forvitnum, røskum og tænastusinnaðum handilslærlingi til spennandi lærupláss í Telebúðunum í Havn og Hoyvík.

Sum handilslærlingur mennir tú teg bæði fakliga og persónliga, og tú lærir at seta kundan í miðdepilin. Tú fært spennandi lærutíð í framskygdum umhvørvi, og í handilsarbeiðinum gevur tú ráð og veitir tænastur, selur nýggjastu tøknina á marknaðinum og setur tøkni upp fyri kundum.

Í lærutíðini verður skift millum vanligan arbeiðsdag og skúlagongd á Glasi. Vit ímynda okkum, at tú:

• Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar
• Ert íðin og vilt veita góða kundatænastu
• Dámar væl at náa ásettum málum
• Ert forvitin í nýggjari tøkni
• Vilt læra og fáa royndir í sølu og tøkni
• Raðfestir gott samstarv
• Hevur lokið FHS-, HH-, HIF-, HTX-, HF- ella studentsprógv

Lærutíðin er treytað av miðnámsútbúgvingini og er:

• 2 ár við HH-prógvi
• 2 ½ ár við HF-, HIF-, HTX- ella studentsprógvi
• 3 ár við FHS-prógvi  

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er mánadagin 20. mai 2024.

SAMBAND

Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú
vælkomin at ringja ella skriva til okkara

Jaspur Jan Olsen

Bólkaleiðari │ Havn og Hoyvík
Telebúðir

Bára M. Gásadal

Starvsfólkastjóri
Leiðsla, HR-deildin