Ert tú royndi KT-mennarin, vit leita eftir? Hevur tú áræðið og førleikarnar at ganga á odda fyri nýmenning av KT-skipanum? Og vilt tú arbeiða í umhvørvi, sum leggur stóran dent á fakliga menning, samanhald og sparring? So hava vit starvið til tín.
Hví arbeiða hjá okkum? Sum KT-mennari verður tú partur av deildini Menning, sum hevur um hendi forritan og viðlíkahald av øllum innanhýsismentum skipanum, sambindingum til og ímillum rakstrarskipanir. Deildin hevur eisini lyklaleiklut í menning av produktum og tænastum eins og at veita support til kundavendu deildirnar.
Á Menning brúka vit open-source pallar, t.d. .NET, til nýmenning, og vit fylgja DevOps-mannagongdum fyri at tryggja smidligar og góðskutryggjaðar menningartilgongdir. Uppgávurnar, sum deildin mennir, og verkætlanirnar, sum deildin luttekur í, vera gjørdar á nýmótans Kubernetes-infrakervi.
Á deildini leggja vit stóran dent á fakliga menning, samanhald og sparring. Deildin er skipað á agilan hátt við Scrum, sum tryggjar eitt samsvarandi og effektivt arbeiðslag.
Hvat verður tín leiklutur? Sum KT-mennari verður tín leiklutur at tvinna saman fakligu førleikarnar við tín áhuga at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú skalt taka ábyrgd, luttaka í verkætlanararbeiði og samstarva breitt til tess at finna røttu loysnirnar, sum skulu tryggja, at skipanir verða mentar á nýmótans, tøkniligum støði.
Tú skalt hava góðar førleikar í forritan og system design. Tú skalt megna at halda høvdið kalt, hóast nógv hendir samstundis, og tú skalt megna at samstarva og samskifta tvørtur um deildir og faklig mørk.
Vit hugsa, tú hevur lokið KT-útbúgving á kandidat- ella bachelorstøði og hevur ítøkiligar royndir og avrik at vísa á.
Hvussu søkir tú starvið? Tú søkir starvið her. Umsókn, lívsrensl og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 8. desember 2024. Setanarviðurskifti og løn vera ásett við støði í viðkomandi sáttmála.
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík og møguleiki er fyri at skipa arbeiðstíðina fleksibult. Arbeiðið krevur, at tú trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera.
SAMBAND
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!