Handilslærlingur til Føroya Tele

LEYST STARV: Vit leita eftir forvitnum, røskum og tænastusinnaðum lærlingi til spennandi lærupláss í Telebúðunum í Klaksvík og Saltangará. 

Sum handilslærlingur mennir tú teg bæði fakliga og persónliga, og tú lærir at seta kundan í miðdepilin. Í dagliga handilsarbeiðnum gevur tú ráð og veitir tænastu, selur nýggjastu tøknina á marknaðinum og setur tøkni upp fyri kundar. 

Vit ímynda okkum, at tú: 

  • Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar. 
  • Ert íðin og vilt veita góða kundatænastu. 
  • Dámar væl at náa ásettum málum. 
  • Ert forvitin í nýggjari tøkni. 
  • Vilt læra og fáa royndir innan sølu og tøkni. 
  • Raðfestir gott samstarv 
  • Hevur lokið FHS-, HH-, HIF-, HTX-, HF- ella studentsprógv. 

Sum handilslærlingur fert tú at skifta millum Telebúðirnar í Klaksvík og Saltangará. Lærutíðin er sett saman av dagligum arbeiði í Telebúðunum og seks skúlaskeiðum á Glasi, sum eru eina viku hvør og býtt yvir eitt ár.  

Lærutíðin er treytað av miðnámsútbúgvingini og er: 

  • 2 ár við HH-prógvi 
  • 2 ½ ár við HF-, HIF-, HTX- ella studentsprógvi 
  • 3 ár við FHS-prógvi 

Vit hoyra fegin frá tær, sum hevur lokið eina miðnámsútbúgving, og tær, sum verður liðug/ur í summar. 

Løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið fyri Føroya Tele. Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og freistin at søkja er sunnudagin 18. apríl 2021. 

Tú søkir læruplássið her. 

Fá íblástur
Charlotta Mikkelsen og Jóna Jakobsen eru søluráðgevar. Trýst á “play” og hoyr, hvussu tær lýsa arbeiðið í Telebúðunum.

Charlotta Mikkelsen
Søluráðgevi í Klaksvík

Jóna Jakobsen
Søluráðgevi í Saltangará

Samband 
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Borghild Tróndardóttir, leiðara í Telebúðunum í Klaksvík og Saltangará. Hon hevur tel. 243448 og borghild@ft.fo. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Rakul Svabo Róadóttir, HR-ráðgeva, á tel. 243006 og sfd@ft.fo.  Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Borghild Tróndardóttir
Bólkaleiðari, Klaksvík og Saltangará
24 34 48
borghild@ft.fo

Rakul Svabo Róadóttir
Starvsfólkastjóri, Starvsfólkadeildin
24 30 06
rsr@ft.fo