Goymslufólk


LEYST STARV: Hevur tú hug at gerast partur av goymsluni hjá Føroya Tele? Vit leita eftir dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki at byrja skjótast tilber. Vit kunnu bjóða tær fjølbroytt starv, har tú verður partur av góðum toymi, sum virkar í óformligum umhvørvi.

Fýra fólk starvast á goymsluni, og saman avgreiða tey allar inngangandi vørur til samtakið og hava ábyrgd av at tryggja skynsama handfaran og útbreiðslu av vørum. Goymslan hevur sostatt týðandi leiklut og er við til at tryggja grundarlagið undir stórum parti av virkseminum hjá Føroya Tele.

Sum goymslufólk hevur tú ábyrgd av øllum fyrifallandi arbeiði á goymsluni. Arbeiðsuppgávurnar fevna um eitt nú:

  • Móttøkuavgreiðslu
  • Samskifti við deildir í samtakinum
  • At pakka út, skilja og seta vørur á goymslu
  • Handfara fartelefonir og teldur, sum skulu umvælast
  • Útbreiðslu av vørum til Telebúðirnar

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Ert útbúgvin innan goymslu, handil ella skrivstovu
  • Hevur grundleggjandi telduførleikar
  • Hevur koyrikort til persónbil
  • Trívist væl í umhvørvi við skiftandi uppgávum
  • Hevur áræði og lætt lyndi

Starvsbyrjan og løn
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið galdandi fyri Føroya Tele. Freistin at søkja starvið er sunnudagin 12. februar 2023.

Søk starvið her.

Vilt tú hoyra meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Leif Ellingsgaard, leiðara á goymsluni, á tel. 243111 ella t-post le@ft.fo. Tú ert somuleiðis vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á 243006.